Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga, at dagurin í dag var ein væleydnaður arbeiðs- og minningardagur í kirkjugarðinum undir Akurgerði.
Tað var kommunan, sum eftir áheitan frá borgara skipaði fyri serstaka tiltakinum.
- Ynskið var at varpa ljós á týdningin av at røkja gravstaðirnar hjá okkara kæru, minnast tey, sum eru farin og at skapa eina løtu til frama fyri felagsskapin.
Umleið 60 fólk møttu, og tiltakið byrjaði við, at luttakararnir fríðkaðu um gravirnar hjá sínum avvarðandi og eftir førimuni um kringøkið.
- Tað var rørandi og gleðiligt at síggja, hvussu nógv fólk komu saman í einum felagsskapi, har samhugi og virðing vóru berandi kreftirnar.
Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at tá arbeiðið nærkaðist endanum, savnaðust øll til eina løtu við felagssangi, práti og góðum drekkamunni.
- Vit vilja takka øllum, sum møttu upp, arbeiddu, prátaðu, sungu, stuðlaðu – og gjørdu løtuna til nakað heilt serstakt.
Meira um hetta serstaka tiltak kann lesast á www.tvøroyri.fo
- Hetta var ein góð løta, har vit í felag steðgaðu á, hugleiddu aftur í tíð og mintust tey, sum eru farin, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.