Jakobina í Auluni í Finsen

Fríggjadagin 28. novembur verður ein rættiliga eksklusiv konsert við livandi legenduni Jakobinu, sum faktiskt ongantíð hevur framført hjá okkum fyrr.

Jakobina fer at geva okkum eitt inniligt kvøld við løgum frá Gluggamynd og Rensl, umframt staklagið Læra vit nakrantíð. Við sær á pallin hevur hon Fróða Vestergaard og Páll Holm Lava, sum eru kendir frá væl umtókta bólkinum Deiggj.

Felagsnevnarin fyri alt kvøldið er, at teksturin stendur í miðdeplinum, væl ballaðar inn í eitt tónleikaligt univers, har alt andar og gevur meining. Her er kelað fyri smálutunum, og onki er tilvildarligt. Hetta eru livandi samfelagslýsingar, náttúrulýsingar og søguligar frásagnir.

Eitt autentiskt kvøld við nostalgi og nærveru, har samspælið millum menniskju er í sentrum.

Tað er avmarkað pláss, so tryggja tær atgongumerki í góðari tíð.