Jákup biður um hjálp

Felags fyri B68 og EB/Streym er, at fleiri spælarar eru ikki tøkir

Nýggjur maður er við róðrið, tá ið B68 seinnapartin fer at taka ímóti EB/Streymi. Jákup á Borg, sum síðstu umførini í fjør var hjálparvenjari hjá EB/Streymi, hevur tikið við ábyrgdini á Svangaskarði. Tað snýr seg um at skava stig saman, so liðið kann flyta seg úr botninum, og Jákup á Borg sigur soleiðis við bygdafólkið í Nes kommunu:

 

-Vit ætla okkum at byggja víðari uppá tað góða arbeiðið, sum Øssur og hansara toymi hava gjørt. Tað er eingin loyna, at tað snýr seg um sjálvsálitið, og tað er ikki so undarligt, tá ið tað er langt millum sigrarnar. Vit ætla okkum heilt víst at gera nakað við skeivu gongdina, og eri eg imponeraður av góða hugburðinum og evnunum hjá leikarum. Hetta gevur mær vón um, at tað býr meiri í leikarum, enn vit hava sæð síðstu dystirnar, sigur Jákup á Borg, sum inniliga heitir á B68 stuðlar at møta upp í dag og stuðla.

 

Meinhardt P. Joensen verður aftur í dag í B68 málinum. Lukasz Cieslewicz og Andri Benjaminsen eru skaddir, og Esmar P. Clementsen er framvegis uttanlands.

 

Tá ið EB/Streymur 30. apríl hevði vitjan av B68, endaði tað við 2-1 heimasigri.

 

Listin við spælarum, sum ikki eru tøkir hjá Jákupi Martin Joensen og EB/Streymi, er langur: Niels Pauli Danielsen, Ragnar B. Danielsen, Salmundur Bech og Ólavur Niclassen eru skaddir, og Filip Djordjevic er leikbannaður.

 

EB/Streymur er á fimta plássi.