In.fo hevur fingið váttað, at bæði Jákup Martin Joensen, hjálparvenjari, og Magnus Emil Poulsen, málmansvenjari, eru givnir í HB.
Jákup Martin Joensen valdi í ár, at taka við sum hjálparvenjari hjá HB eftir fýra ár sum høvðusvenjari hjá EB/Streymi. Hann bleiv settur sum hjálparvenjari hjá HB, har hann skuldi verða høgra hondin hjá Dalibor Savic. Í gjár bleiv hópurin kunnaður um, at Jákup Martin Joensen ikki heldur fram í starvinum.
Magnus Emil Poulsen hevur fyrr verið málmansvenjari í HB. Hann hevur, sum skilst, ikki verið partur av toyminum seinastu vikurnar. HB skal mánakvøldið spæla móti B36 í landskappingini.
Tað hevur ikki eydnast, at funnið útav hví tveir í venjaratoyminum hjá HB eru givnir.