Jákup Mikkelsen stillar ikki uppaftur

Eftir 20 ár á tingi gevst Jákup Mikkelsen nú í politikk

 

Hann kom á ting sum varamaður fyri Anfinn Kallsberg í 2002, tá Anfinn Kallsberg var løgmaður. Í valskeiðnum frá 2004 til 2008 var hann inni sum varamaður fyri Jógvan við Keldu, meðan hann var landsstýrismaður, og síðani 2008 hevur hann verið valdur á ting.

Í kvøld hevur Norðoya Fólkafloksfelag uppstillingarfund, og við Dag og Viku segði Jákup Mikkelsen, at hann á fundinum í kvøld fer at boða frá, at hann nú gevst í politikki.

Av teimum átta, sum vórðu vald á ting fyri Fólkaflokkin seinast, stilla hesi ikki uppaftur:

Christian Andreasen

Jógvan á Lakjuni

Jákup Mikkelsen

og varafólkini

Annika Olsen

Heðin Zachariasen

Og Brandur Sandoy hevur, eins og Annika Olsen, meldað seg úr Fólkaflokkinum. Og landsstýrismaðurin, Sólvit Nolsø, hevur eisini meldað seg úr Fólkaflokkinum og stillar upp fyri Framsókn.