Kappingarnevndin hjá FSF hevur í dag munnliga boðað B36 frá, at áheitanin frá felagnum um at útseta landskappingardystin ímóti Skála, sum sambært skránni er ásettur at vera í Gundadali í morgin, ikki verður gingin á møti.
Sum tað varð skrivað her á in.fo í gjár
https://www.in.fo/news-detail/tad-er-oegiligt-tryst-a-b36
so hildu teir í B36, at fyritreytirnar hjá teirra liði vóru ikki góðar, tá ið havt verður í huga, at dysturin í San Marino, tá ið B36 við málleysum javnleiki vann seg víðari í Europa Conference Kappingini, var hóskvøldið, og at B36 ferðalagið var aftur í Føroyum seinnapartin fríggjadagin, og at dystir nú eru ímóti Skála í morgin og longu mikukvøldið í Viborg.
Jákup Mørk formaður í B36 greiðir soleiðis frá:
-Vit virða avgerðina hjá FSF og fara á vøllin klokkan 15 í morgin. Men vit skilja ikki avgerðina. Mánadagin heittu vit á kappingarnevndina at geva loyvi at útseta, um vit spældu okkum víðari, og vit endurtóku áheitanina, tá ið vit høvdu kvalifiserað okkum til næsta umfar í europeisku kappingini, og vit høvdu funnið útav, at dysturin ímóti Viborg verður longu mikukvøldið. Grundgevingin var, at hvíldartíðin er stutt, og at ferðatíðin er long – fyrst suður til San Marino og til hús aftur og so niður til Viborg. Avgerðin hjá FSF um, at vit skulu spæla í morgin kunnu vit ikki annað enn síggja sum, at kappingarnevndin er ikki samd við okkum í grundgevingunum, og at teir halda, at tað er nóg langt millum dystirnar til, at fyritreytirnar hjá okkum eru tær somu, sum tær eru hjá mótstøðuliðunum, sigur Jákup Mørk, formaður í B36.
B36 - Skála: Petur Reinert kl. 15.00
Á heimasíðuni hjá FSF verður skrivað soleiðis nú seinnapartin um altjóða luttøkuna og landskappingina:
Eftir nøkur avbera góð avrik hjá føroysku liðunum, ið hava tikið lut í evropeiskum dystum í summar, hevur Kappingarnevndin hjá FSF gjørt smávegis broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum
——————
Tað hevur sum heild hilnast væl hjá føroysku liðunum í altjóða fótbólti í summar, og nú komið er til 3. umfar í UEFA Conference League, eru KÍ og B36 framvegis við í kappingini.
At tað gongst føroysku feløgunum væl í evropeiskum samanhangi, fegnast vit sjálvandi um, og tað er okkurt, ið bendir á, at vegurin til eitt bólkaspæl veruliga byrjar at hómast í havsbrúnni.
Men góða avrikini úti í heima hava eisini smávegis avbjóðingar við sær í heimligu kappingini.
Í fyrsta umfari blivu ársins ólavsøkudystir í Gundadali millum B36 og Skála, og HB og Víking, fluttir til sunnudagin 31. juli. Men nú er greitt, at dysturin millum HB og Víking enn einaferð er fluttur, og í staðin verður týsdagin 2. august klokkan 18:00.
Aðrir dystir, ið somuleiðis eru fluttir orsaka av evropeiskum fótbólti, er B68 – B36, sum skuldi vera á Svangaskarði sunnudagin 7. august. Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at hesin dystur verður útsettur til mikudagin 24. august.
Í 3. umfari í UEFA Conference League skulu klaksvíkingar royna seg móti FC Ballkani úr Kosovo, meðan B36 skal dystast við danska Superligafelagið, Viborg FF.
Mikudagin 3. august
Viborg FF – B36
Hósdagin 4. august
FC Ballkani – KÍ
Týsdagin 9. august
B36 – Viborg FF (á Tórsvølli kl. 19:00)
Hósdagin 11. august
KÍ – FC Ballkani (á Tórsvølli kl. 19:00)