Jákup og Heðin komnir heim úr Watford

Fótbóltur: Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni eru komnir heim aftur úr Watford, har teir hava verið og vant í slaka hálvuaðru viku

Seinastu góðu tvær vikurnar hava Jákup á Borg úr B36 og Heðin á Lakjuni úr KÍ verið og vant í enska 2. deildarfelagnum Watford. Jákup á Borg kom heim aftur mánadagin, og Heðin á Lakjuni kom heim í gjárkvøldið.

Heðin spældi mikudagin við eykaliðnum hjá Watford í einum venjingardysti móti Wimbledon. Eykaliðið verður mannað við teimum spælarum, sum ikki sleppa á 1. liðið, og tað gekk væl hjá Heðini í sínum seinasta dysti fyri Watford.

Venjarin framdi tríggjar útskiftingar, men Heðin spældi allan dystin og fekk góð ummæli fyri sítt avrik í dystinum, sum endaði 0-0.

Sum heild stóðu teir báðir seg sera væl í Watford, og teir hava eisini fingið góð skoðsmál niðri í London.