Jákup Sverri liðugur við sildakanningar

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri.

Havstovan skrivar, at í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild. Norðhavssild var at síggja í altjóða økinum norðanfyri, meðan meginparturin av tí sildini, sum var fingin í føroyskum havøki, var sild av øðrum uppruna. Helst er talan um føroyska heystgýtandi sild, íslendska summargýtandi sild ella norðsjóvarsild. Hvat norðhavssildini viðvíkur, so vísir aldursgreiningin, at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum. Tað, at sildin stendur norðarlaga og at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum, líkist tí, sum hevur verið at sæð síðstu árini.

 

Svartkjaftur var at síggja út av føroyska landgrunninum og vestarlaga á Íslandsrygginum, umframt eystarlaga í altjóða øki – ivaleyst tí at sjógvurin í hesum økjunum er heitari enn vestanfyri og norðanfyri. Nógv mest varð fingið av 2021-árganginum.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Bretlandi. Skipini úr Danmark, Noregi og Íslandi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

 

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi í seinnu helvt av juni.

 

Øll túrfrágreiðingin kann síggjast her.