- Jalig mótvegis útbyggingini

- Vinnulívið tillagar seg til teir karmarnar sum einaferð eru, og so velur man at vera har, sum mett verður at vera mest optimalt, fyri at tryggja kappingarføri, sigur Jóhanna á Bergi.

Faroe Ship er grundleggjandi jaligt mótvegis ætlanunum at útbyggja Tórshavnar Havn. Talan er um eina rættiliga umfatandi útbygging fyri áleið 350 milliónir krónur.

Tað skal tryggja, at verandi vinnuøki hjá Tórshavnar Havn skal víðkast úr 80.000 og upp í 170.000 fermetrar.  Altso skal øki meira enn tvífaldast í stødd. Millum annað er ætlanin at leingja molan á Skansabryggjuni.

Tað hevur fest í atfinningarsamar røddir, sum føra fram, at verkætlanin ikki eigur at raðfesta ta vinnuliga framum náttúruumhvørvið í so stóran mun.

 

- Ein havn av hesum slag kann sikkurt byggjast aðrastaðni enn júst í Havn, sigur Jóhanna á Bergi, men leggur afturat, at

 

- Vinnulívið tillagar seg til teir karmarnar sum einaferð eru, og so velur man at vera har, sum mett verður at vera mest optimalt, fyri at tryggja kappingarføri, sigur hon.

 

Stjórin á Faroe Skip staðfestir eisini, at tey eru grundleggjandi jalig mótvegis ætlanini at útbyggja Tórshavnar Havn.

 

- Tað er eingin loyna, at tað til tíðir merkist plásstrot sum nú er, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Samrøðan við Jóhonnu á Bergi kann hoyrast við at trýsta á pílin omanfyri.