James Bond vil hava samkynda ást

Ein sena við samkyndari ást eigur at vera í næsta James Bond filmi, hetta heldur nýggi James Bond.

Sjónleikarin Daniel Craig heldur hetta vera eitt natúrligt stig í menningini og moderniseringini av James Bond, ið vit síggja í Casino Royal, hetta skrivar tv2.dk.
- Hví ikki? Í okkara døgum hevur fólk góðtikið, at onnur eru samkynd, hygg bara at sjónvarpsrøðini Dr. Who, har eru samkyndar senur, uttan at tað hevur fingið ilt í nakran, sigur sjónleikarin.
Sambært leysasøgum í tv2.dk ber, so er Craig eisini til reiðar at vísa alt. Hann sigst at hava boða frá, at hann ongar trupulleikar hevur við at verða avmyndaður nakin frammanífrá í einum komandi James Bond filmi.