Jan Allan Müller á veg til Ísrael

Fótbóltur: Vágbingurin Jan Allan Müller, sum seinastu árini hevur spælt við Esbjerg í næstbestu donsku deildini, fer í næstum til Ísraels, har hann skal kanna umstøðurnar í felagnum Hapoel Kafar Sava

Áhugin fyri føroyskum fótbóltsspælarum er alsamt vaksandi úti í heimi, og bæði Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen hava sligið sítt navn fast í donsku superliguni.

Higartil er tað bert í norðurlondum, at føroyingar gera vart við seg. Men tað verður kanska broytt nú. Jan Allan Müller, sum seinastu árini hevur spælt við Esbjerg í næstbestu donsku deildini, fer í næstum til Ísraels, har hann skal kunna seg við umstøðurnar hjá felagnum Hapoel Kafar Sava, sum spælir í fremstu ísraelsku deildini.

Jan Allan hevur ikki trivist serliga væl í Esbjerg í seinastuni, og hann hevur ikki havt fast pláss á liðnum. Herfyri frættist, at Jan Allan hevði biðið Esbjerg fB um at sleppa til eitt annað felag, og nú er møguleikin so har.

Jan Allan fer niður til Ísraels komandi mikudag, har hann skal hyggja eftir umstøðunum og venja við ísraelska liðnum. Seinni í juli mánaða fer Hapoel Kafar Sava á venjingarlegu í Belgia, og ætlanin er so eisini, at Jan Allan skal venja við teimum tá.

Um alt gongur eftir vild, og partarnir koma ásamt um eitt víðari samstarv, verður Jan Allan Müller í Ísrael, tá landskappingin har byrjar aftur í august mánaði.

Góðar umstøður

Tað er Jákup í Stórustovu, sum vegna Nordplayer umboðar Jan Allan Müller. Hann sigur, at sambandið millum felagið og Jan Allan hevur staðið við eina tíð, og at ísraelsmenn eru sera áhugaðir í at fáa føroyska landsliðsáleyparan niður til teir at spæla. Teir hava sæð videoupptøkur við Jan Allani og eru væl nøgdir við tað, teir hava sæð.

Ísraelskur fótbóltur er á veg uppeftir, og í Ísrael er gott at vera hjá fótbóltsspælarum. Áhugin fyri fótbólti er stórur og vaksandi.

Hapoel Kafar Sava er eitt av frægastu feløgum í Ísrael, og í kappingini, sum varð liðug herfyri, endaði liðið á einum fimta plássi.

Felagið, sum heldur til okkurt um ein hálvan tíma uttanfyri Tel Aviv, hevur góðar umstøður at venja í og hevur eitt stórt stadion. Og eftir hvat skilst eru pengar heldur ikki nakar trupulleiki hjá Hapoel Kafar Sava.

Sum heild hevur ísraelskur fótbóltur tikið seg nógv fram seinastu árini. Síðani liðið aftur kom upp í europeiska økið til EM- og HM-undankappingar, hevur tað fingið fleiri góð úrslit ? eitt nú ein sigur móti Fraklandi í París í undanspælinum til HM í 1994.

Serliga á heimavølli er Ísrael sera torført at spæla ímóti, og einki europeiskt lið gleðir seg til at spæla á risastóra tjóðarleikvøllinum í Tel Aviv.


Søguligur

Jan Allan Müller er í dag ein av okkara royndastu fótbóltsspælarum, og hann hevur eisini verið víða um í síni fótbóltskarrieru.

Í 1991 bleiv hann søguligur við tað, at hann sum tann fyrsti føroyski fótbóltsspælarin fekk yrkisleikarasáttmála við hollendska felagið Go Ahead Eagles.

Hann hevur higartil spælt 34 A-landsdystir fyri Føroyar og hevur gjørt fýra mál. Tað fólk ivaleyst minnast best, kom á Svangaskarði móti Slovakia tann 31. august 1996, tá hann við einum vøkrum skallara javnaði út til 1-1. Føroyar taptu annars dystin 1-2, og slovakiska sigursmálið kom í evstu løtu.

Jan Allan byrjaði í VB, men fór sum nevnt í 1991 til Go Ahead Eagles. Síðani hevur hann spælt við AGF, Horsens, Sumba/VB og seinast Esbjerg. Hann fyllir 29 ár tann 25. juli.