Jan Djurhuus skal venja manssliðið hjá Kyndli

Kyndi lhevur tryggjað sær 34 ára gamla danan sum venjara hjá besta mansliðnum

hondbóltur

Kyndil hevur sett 34 ára gamla danan Jan Djurhuus at venja mansliðið. Avtalan er fyribils galdndi fyri kappingarárið 2003/04
Kyndil hevur verið stak væl nøgt við hópin, sum mannaði manslið felagsins kappingarárið 2002/03, og verður tað tí sami hópur, sum Jan Djurhuus kemur at hava ábyrgdina av. Helst kemur onkur spælari afturat, men er enn ongin endalig avtala gjørd. Umframt skal Jan Djurhuus eisini lata nakrar unglinga- og dreingjaspælarar vera við í venjingini hjá monnunum, sigur Finnur Helmsdal, formaður í Kyndli.
Kyndil arbeiðir fram vegis við at fáa venjara til kvinnurnar, og hvørjar skulu manna kvinnuliðshópin.