Jan Herman: »RSF kann ikki nøkta tørvinum hjá øllum«

Fleiri rógvarar hava funnist at Róðrarsamband Føroya, tí manningarnar fáa ov stutta tíð at hita upp áðrenn róðrarnar. Formaður í RSF Jan Herman Hansen sigur, at tað er trupult at nøkta tørvininum hjá fjølmiðlunum, áskoðarunum og rógvarunum

Kaldir vøddar, tíðarneyð, strongd og ein ótolin startdómari. Tað eru treytirnar, sum ávísar manningar í fimmannafarsróðrunum noyðast góðtaka ferð eftir ferð á FM-stevnunum. Trupulleikin er ikki ókendur. Eftir fimmannafarsróðurin við gentum varð býttur í kvinnu- og genturóður í 2005, kom ein nýggjur trupulleiki undan kavi. Brádliga skuldu tríggjar manningar brúka sama bát á stevnu. Tað tekur tíð at rógva bátin inn til dráttin og síðani skifta manning, lunnar og pútur. Skiftini eru so drúgv, at manningarnar ikki fáa meira enn tíggju minuttir til upphiting. Hetta er alt ov lítið, siga trýstu manningarnar, sum ynskja at fáa tjúgu minuttir til upphiting.

 

- Vit náa akkurát at rógva út á málið fyri síðani at leggja til start. Vit náa ikki at rógva inn eftir málteininum. Rógvararnir fáa heldur ikki stundir at lata seg úr klæðunum ella drekka vatn,

 

skrivar ein ørkymlaður rógvari á kjaksíðuni fyri kappróðraráhugað. Kjakararnir eru samdir um, at loysnin er einføld – hví kann RSF ikki geva manningunum tjúgu minuttir at hita upp, so øll kappast á jøvnum fóti? Formaður í RSF, Jan Herman Hansen staðfestir, at loysnin ikki er so einføld, sum mælt verður til.

 

- Fyrst og fremst tekur tað ov langa tíð hjá manningunum at skifta bát. Lunnar skulu skiftast, og summi skifta eisini púturnar. Hetta kundu feløgini fyribyrgt, um tey høvdu ein bát til hvørja manning, men tað er kostnaðarmikið. Vit noyðast eisini at taka atlit til veðrið, og startdómarin kann gerast ótolin, um róðrarnir ikki verða avgreiddir stundisliga, meðan veðrið er gott,

 

sigur Jan Herman Hansen. Hann leggur afturat, at áskoðararnir og fjølmiðlarnir eisini leggja eitt tryst á tíðarætlanina.

 

- Vit noyðast eisini hugsa um áskoðaran. Áskoðararnir tíma ikki at hyggja eftir kappróðri, um ov long tíð er millum róðrarnar. Færri áskoðarar koma til stevnurnar í mun til undanfarin ár, og í ár hava vit selt helvtina minni av atgongumerkjum. Samstundis noyðast vit at hugsa um fjølmiðlarnar, sum eru ein stórur partur av stevnunum. Men vit kunnu ikki nøkta tørvininum hjá øllum,

 

sigur Jan Herman Hansen, sum er harmur um, at RSF fær ringa umrøðu hesum viðvíkjandi. Ein møgulig loysn er at finna á kjaksíðuni fyri kappróðraráhugað. Fleiri kjakarar mæla til, at átta- og tíggjumannafarsróðrarnir skal liggja fyrst í skránni á FM-stevnunum. Hesum uppskoti vísir Jan Herman Hansen aftur.

 

- RSF er eitt siðbundið sersamband. Tíggjumannafarsróðurin hevur altíð verið síðst, og tað verður hann eisini framyvir. Harumframt er tíggjumannafarsróðurin eins og 1.deild fyri flestu áskoðarar. Tað hevur hann eisini altíð verið, hóast summi ikki vilja kennast við hetta,

 

sigur Jan Herman Hansen og sipar til, at varð tíggjumannafarsróðurin lagdur first, so hvørva áskoðararnir skjótari. Klokkan 15.00 verður jóansøkuróðurin skotin í gongd. Spurdur um, hvørt manningarnar kunnu vænta at fáa tjúgu minuttir til upphiting, svarar Jan Herman Hansen.

 

- Manningarnar fáa ikki alla verðins tíð. Tey fáa tíð at skifta bát og tíð til upphiting. Vit hava ikki ásett nakað mark, tað avger startdómarin eftir umstøðunum. Men vit royna sjálvandi at tamba okkum so nógv, vit kunnu,

 

sigur Jan Herman Hansen at enda.