Hóast eitt umfar er eftir at leika í innleiðandi bólki D í EHF European League, so hava Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg longu tryggjað sær pláss í fjórðingsfinalunum.
Viborg tryggjaði sær við einum framúr góðum avriki í seinna hálvleiki 32-26 sigur í útidystinum móti pólska liðnum, Zaglebie Lubin.
Zaglebie var á odda 17-15 í steðginum, men í seinna hálvleiki fingu Jana og liðfelagarnir vent dystinum, og Viborg vann seinna hálvleik 17-9.
Jana var saman við Marielle Mathisen Martinsen næstbesti málskjúttin hjá Viborg. Simone Petersen var toppskjútti við sjey málum.
Viborg er fremst í bólkinum við átta stigum fyri tríggjar sigrar og tveir javnleikir.
Komandi leygarkvøld klokkan 19 spælir Viborg bólkafinalu móti franska liðnum, Dijon sum sannlíkt eisini vinnur seg víðari til fjórðingsfinalurnar.











