Landsliðsleikarin, Jana Mittún og liðfelagar í Viborg spældu í kvøld á útivølli móti toppliðnum, Ikast-Herning í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Viborg var fyri stórtapi 23-38. Í steðginum var heimaliðið á odda 20-10.
Jana stóð seg tó væl í kvøld. Saman við Louise Søndergaard gjørdist Jana toppskjútti hjá Viborg við fimm málum. Harumframt legði Jana eisini upp til fýra mál hjá liðfeløgunum.
Sambært hagtølunum var Jana mest effektivi leikarin hjá Viborg.
Viborg hevur tvey stig fyri tveir dystir.
Komandi dysturin hjá Viborg verður á heimavølli leygardagin 21. september. Tá kemur Bjerringbro á vitjan.