info
Ongi úrslit

12.814 fosturtøkur vóru í Noregi í fjør

Fyri fyrstu ferð í 50 ár hevur norska stjórnin skotið upp at gera broytingar í føsturtøkulógini, og ætlanin er at leingja tíðina fyri, nær kvinnur sjálvar kunnu velja fosturtøku, úr 12 upp í 18 vikur.

Vilmund Jacobsen
17. september 2024 kl. 09:09

Tølini yvir føsturtøkur í Noregi eru støðug.

Tað vísa tøl hjá norsku Abortskrásetingini, sum eru kunngjørd í dag, og hesi eru fyri fyrra hálvár 2024.

Tølini vísa eina afturgongd í føsturtøkum millum kvinnur í aldrinum, 25 til 29 ár, samstundis sum ein lítil vøkstur er millum kvinnur, sum eru millum 15 og 19 ár.

- Eftir vøkstur í fosturtøkum eftir koronufarsóttina, sær tað nú út til, at støðan er við at stabilisera seg í 2024 í mun ti 2023, sigur Mette Løkeland-Stai.

Hon er yvirlækni í norska Fólkaheilsuráðnum (FHI) og hevur ábyrgdina av Abortskrásetingini.

Sagt verður, at seinastu árini hava tølini yvir føsturtøkur í Noregi verið søguliga lág, men í 2022 vuksu tey aftur fyri fyrstu ferð síðan 2008.

Tølini hjá Abortskrásetingini vísa, at í 2023 vórðu framdar 12.814 fosturtøkur í Noregi, sum er ein øking á 6,7 prosent í mun til árið fyri.

- Fyribils tøl vísa, at talið av fostutøkum í fyrra hálvári í ár er stívliga 6.000.

Mette Løkeland-Stai vísir á, at tølini yvir fosturtøkur í fjør kortini vóru minni enn í tíðini fyri koronufarsóttina.

- At tølini minkaðu undir farsóttini er náttúrligt, tí tá høvdu fólk minni samband við hvønn annan.

Kvinnan, sum hevur ábyrgdina av Abortskrásetingini í Noregi, sigur, at tølini yvir fosturtøkur eftir hennara tykki framvegis eru lág - og munandi lægri enn fyri tíggju árum síðan.

Fyri fyrstu ferð í 50 ár hevur norska stjórnin skotið upp at gera broytingar í føsturtøkulógini, og her er ætlanin at leingja tíðina fyri, nær kvinnur sjálvar kunnu velja fosturtøku.

- Í dag hava norskar kvinnur loyvi at velja fosturtøku til og við 12 viku av burðartíðini, og ætlanin er, at hetta markið skal leingjast upp í 18 vikur, veit NRK at siga í morgun.

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

23 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

MYNDIR: Birting í Gallarí Havnará

5 minuttir síðan
Lesarabrøv

Løgtingið hevur gloymt arbeiðsfólkið – nú er tíð at fáa tað aftur á ting!

12 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Tað gongur ov seint við Patriot-skipanum

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur ikki vunnið ein dyst síðani 15. august

1 tími síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil 2 koppaði EB - javnleikur millum VÍF og Neistan

1 tími síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ vann 3 - 0 á Tórsvølli

1 tími síðan
Fótbóltur

Fróði setti dám á sannførandi KÍ avrik

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Gullrómur í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Machado er aftur í Venesuela

2 tímar síðan
Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

2 tímar síðan
Fótbóltur

B68 er flutt niður

2 tímar síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

3 tímar síðan