Januar skal selja P/F Tjaldur fyri landsstýrið

Grannskoðaravirki vann uppgávuna at selja landsins part í íløgufelagnum P/F Tjaldur

Tað var fyri at fáa løgtingsfíggjarlógina fyri 2022 at ganga upp, at landsstýrið setti sín ognarpart í P/F Smyril Line og í P/F Tjaldur til sølu. Landsstýrið hevur mett prísin fyri partabrøvini í hesum báðum feløgum tilsamans til 86 milliónir krónur.

Sambært upplýsingum í løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 heldur landsstýrið, at partabrøvini í Smyril Line eru verd 79 milliónir, og soleiðis ber til at rokna seg fram til, at landsstýrið væntar at fáa sjey milliónir krónur fyri partabrøvini í Tjaldur. 

Landsstýrið eigur partabrøv fyri 2,8 mió. kr. nominelt í P/F TJaldur, svarandi til 2,8% av partapeninginum. Eginogn felagsins er, sambært roknskapinum fyri 2020, krónur 249.296.000. 

2,8 prosent av tí er 6,97 milliónir krónur.

Og hesa uppgávuna, at selja partabrøvini í P/F Tjaldur fyri Fíggjarmálaráðið hevur grannskoðarafelagið Januar vunnið sambært tilboð á keypsportalinum hjá landinum.

Fíggjarmálaráðið skrivar í útboðstilfarinum, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fingið heimild í høvuðskontu 3.37.6.11 í fíggjarlógini 2022 at selja partabrøvini, sum landið eigur í P/F Tjaldur. 

Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið tørv á ráðgeving og fyriskipan av søluni. 

Um uppgávuna skrivar Fíggjarmálaráðið: 

»Fíggjarmálaráðið skal í sambandi við ognarlutin hjá landinum í P/F Tjaldur lýsa málið fyri at útvega eitt nøktandi grundarlag til at kunna gera av, hvør loysn er tann búskaparliga og fakliga mest skynsama í einari møguligari sølu av ognarlutinum í felagnum. At stuðla undir tílíkari lýsing bjóðar Fíggjarmálaráðið hesar uppgávur út: 

1.    Gera virðismeting av P/F Tjaldur og greiða frá fyritreytum, serligum viðurskiftum v.m. 

2.    Meta um møguleikar at selja ognarlutin, nær best er at selja, og kortleggja møguligar keyparar 

3.    Meta um eina minstu upphædd fyri søluprís 

4.    Gera sølutilfar, skipa útboð og tryggja eina væleydnaða sølutilgongd 

5.    Samskifta við møguligar keyparar, fyriskipa sølufundir o.tíl. 

6.    Fyriskipa samráðingar við møguligarar keyparar 

7.    Gera tilmæli um sølu, treytir o.a. 

8.    Fyrireika søluavtalu« 

Fíggjarmálaráðið skrivar soleiðis í frágreiðing um P/F Tjaldur: 

»P/F Tjaldur er samtaksfelag, har virksemið í mestan mun fer fram í dótturfeløgum. Atknýttu fyritøkurnar eru Sp/f Kerið, Sp/f Skrínið, Sp/f Hjallur, Sp/f Undir Bryggjubakka, Sp/f Løkir, P/f John Dam & Co., P/f North Nest Capital, Sp/f Kolan og Tjaldur Holdco I AS (Oslo). Felagið eigur kapitalpartar í assosieraðu fyritøkunum Sp/f Vindrøkt og Sp/f Føroyska Nummarfelagið. Felagið ger eisini íløgur í onnur virðisbrøv og kapitalpartar. 

Virksemið er á ymiskum vinnuøkjum og marknaðum og er innan sølu, tænastu og menning av útgerð til alivinnuna, fiskivinnuna, orku, KT veiting og íløgur annars. 

Í roknskapinum 2021 var samlaða ognin hjá samtakinum 909,3 mió. kr. og eginognin 538 mió. kr., av hesum minnilutapartar 111,3 mió. kr. Nettosølan var 1.305,1 mió. kr. og úrslitið 194 mió. kr., av hesum 22,4 mió. kr. til minnilutaáhugamálini. P/F Tjaldur lat vinningsbýti uppá 25 mió. kr. og hevur latið 15-25 mió. kr. í vinningsbýti síðani 2015. 

Landsstýrið eigur partabrøv fyri 2,8 mió. kr. nominelt, svarandi til 2,8% av partapeninginum.«