Janus og Xperiment vunnu eisini

Fólkið valdi Xperiment sum ársins live bólk ella einstakling.

Janus Rasmussen hevur fingið heiðurin sum ársins framleiðari á FMA 2015. Hann er kanska best kendur sum mannliga helvtin av tónleikabólkinum Byrta, men tað er sum framleiðari, at hann hevur verið mest virkin. Hann hevur millum annað framleitt fløgurnar hjá Høgna Reistrup Áðrenn vit hvørva (2013) og Samrøður við framtíðina (2011). Hann hevur eisini framleitt útgávuna hjá Byrta.

 

Janus Rasmussen er eisini sera virkin sum tónleikari og er limur í íslendska bólkinum Bloodgroup og hevur áður verið limur í føroyska bólkinum Lama Sea. Seinni í ár fer Janus at spæla á G! festivalinum við Ólafur Arnalds, undir heitinum Kiasmos.

 

Hini tilnevndu vóru Finnur Hansen, Michael Blak, Niclas Johannesen og Tróndur Bogason.

 

Í ár var ein virðisløn, sum varð latið fólkinum at avgera, hvør skuldi hava. Hetta var fyri ársins live bólk ella einstakling á FMA 2015. Heiðurin fall á kórið Xperiment, við Sigrið Sivertsen á odda.

 

 

Kórið slóg veruliga ígjøgnum við sanginum Lívsmynd hjá Frændum. Í fjør gav kórið so út sjálvnevndu fløguna Xperiment, við sangum sum Lívsmynd, Í gøtu ein dag og Farvæl, Maria.