Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum, Janus Rein heldur, at tað skulu ikki so nógvar tillagingar til at fáa føroyingar, sum arbeiða uttanlands, og rinda skatt uttanlands at velja at rinda skatt í Føroyum.
- Tað handlar um at hava eina kappingarføra skattaskipan, sigur Janus Rein, sum heldur, at við nøkrum reguleringum, so hevði tað eydnast at fingið fleiri skattapengar heim til føroyska samfelagið.
Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Janus Rein um hetta málið. Prátið var í tíðindasendingini klokkan 12.