Vandi er fyri, at ein tsunami upp til tríggjar metrar høg kann raka norðeysturstrondina í Japan eftir ein jarðskjálvta út fyri strondini fyrr mánadagin.
Tað hevur japanska veðurstovan boðað frá.
Jarðskjálvtin var mettur til 7,6 styrki.
Tað hendi á 50 kilometra dýpi og 80 kilometrar frá strondini, upplýsir stovnurin.
Sunamiávaringin er galdandi fyri landslutirnar Hokkaido, Aomori og Iwate.
Hokkaido er næststørsta oyggj í Japan og myndar tann norðasta partin av landinum. Hini bæði økini liggja í norðara parti av Honshu, størstu oynni í Japan.
Íbúgvar í økjunum eru bidnir um at fara.
Jarðskjálvtin hendi klokkan 23:15 lokala tíð - 14:15 okkara tíð.
Áðrenn midnátt lokala tíð sóust 40 sentimetrar høgar aldur við havnarbýin Urakawa á Hokkaido.
Japan er eitt av londunum í heiminum við flest jarðskjálvtum. Tað eru ristingar í minsta lagi fimta hvønn minutt.
Samstundis henda umleið 20 prosent av heimsins jarðskjálvtum við styrki á í minsta lagi 6,0 í asiatisku oyggjatjóðini.
Ritzau/Reuters












