– Skúlafólk umrøddu lógarbroytingina sum eitt av størstu skúlapolitisku frambrotunum í nýggjari tíð, og lærarar og foreldur gleddu seg til nýggja veruleikan. Tí vóru vit nógv, sum undrandi fylgdu leikinum í størstu kommununi í landinum, tá innskrivingin var til 1. flokk í 2025.
Soleiðies skrivar Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í oddagrein í skúlablaðnum, og hann heldur fram:
»Nógv okkara, ið varða av fólkaskúlanum, vóru fegin, tá eitt samt løgting í mai 2024 samtykti, at floksstøddin skuldi lækka niður í 22 næmingar í hvørjum flokki. Nýggja lógarásetingin var galdandi frá 1. august 2025, tá byrjað var við 1. flokki, og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum.
Endamálið við nýggju lógarásetingini var, at lærarin skuldi fáa betri tíð til einstaka næmingin, nú færri næmingarnir vóru í hvørjum flokki. Støðan í nógvum flokkum hevur verið, at ein lærari hevur staðið einsamallur við 26 næmingum í 1. flokki. Tá sigur tað seg sjálvt, at lærarin ikki hevur umstøður at møta tí einstaka næminginum, sum fólkaskúlalógin annars ásetur, at lærarin skal. Trongu umstøðurnar hjá næmingunum og læraranum verða eisini týðiligari, um vit samanbera við umstøðurnar, hesi børnini koma frá, har eitt starvsfólk er um hvørji sjey børn.
Skúlafólk umrøddu lógarbroytingina sum eitt av størstu skúlapolitisku frambrotunum í nýggjari tíð, og lærarar og foreldur gleddu seg til nýggja veruleikan. Tí vóru vit nógv, sum undrandi fylgdu leikinum í størstu kommununi í landinum, tá innskrivingin var til 1. flokk í 2025. At síggja til uttanífrá var viljin bara at trýsta fleiri enn 22 børn í hvønn 1. flokk og harvið víkja frá lógini, áðrenn lógin yvirhøvur var komin í gildi.
Landsstýrismaðurin gav kommununi undantaksloyvi at koyra fleiri enn 22 næmingar í hvønn 1. flokk við tí úrsliti, at í sjey fyrstu flokkum í Havn ganga fleiri enn 22 børn. Tað eru 166 børn í Føroyum, sum ikki fáa gagn av lógarbroytingini um í mesta lagi 22 næmingar í flokkinum.
Lógarteksturin er greiður, at “næmingatalið í hvørjum flokki eigur við skúlaársbyrjan ikki at vera hægri enn 22”. Og tað er eingin heimild í lógini hjá landsstýrisfólkinum at geva nakrari kommunu undantak at trýsta fleiri enn 22 næmingar í hvønn 1. flokk.
Kommunurnar eiga rós fyri at vilja børnunum væl í skúlanum, tað eru nýggju skúlabygningarnir gott dømi um. Tí kom tað óvart á, at Tórshavnar kommuna skuldi hava góðkent bara at koyra fleiri børn í hvønn 1. flokk. Loysnin er ikki at kroysta fleiri næmingar í hvønn flokk, men at játta skúlunum so nógvar flokkar sum neyðugt, so at børnini sleppa at ganga í skúlanum í grannalagnum. Um tað sum dømi eru 48 børn, sum búgva í økinum og eru innskrivað til 1. flokk í skúlanum í grannalagnum, so eigur lógin at verða hildin, og skúlin skal fáa játtan til tríggjar flokkar við 16 næmingum í hvørjum og ikki sum nú, at 24 børn eru trýst í hvønn flokkin.
Tað er ikki í lagi, at børn skulu flytast í ein skúla í einum heilt øðrum býarparti, bara tí at rokniarkið skal passa, ella at 24, 25 ella 26 næmingar verða koyrdir í hvønn flokk. Børnini mugu eiga rættin at ganga í skúla í økinum, har tey búgva, og lógin, at tað ikki skulu vera fleiri enn 22 næmingar í hvørjum 1. flokki, skal haldast. Um tað so hevur við sær, at brúk verður fyri fleiri hølum í skúlanum í eitt tíðarskeið, so finna skúlarnir og kommunan neyðugar og hóskandi loysnir. Tí stúri eg ikki fyri.
Innskrivingin til 1. flokk fyri næsta skúlaár verður skjótt. Boðini eru greið, lógin um í mesta lagi 22 næmingar í hvørjum 1. flokki skal haldast, og tað eigur at vera rætturin hjá børnunum at ganga í skúlanum í sínum grannalagi, har systkin, vinfólk og grannarnir eisini ganga í skúla.«
Oddagrein í Skúlablað nr 6, 2025.











