Japanar ætla aftur at skjóta hval

Japanar ætla sær ikki at sleppa teirri vinnuligu stórhvalaveiðini.

Tað vakti stóran ans, tá japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, nú um dagarnar fór á tingsins røðarapall í Tokyo við einari fráboðan um, at Japan umhugsar at taka stórhvalaveiðina í Suðurhøvum uppaftur.

 

Boðini komu óvart á fleiri, tí at altjóða dómstólurin í Haag fyrr í ár bað japanar gevast við stórhvalaveiðini í Suðurhøvum, tí at veiðan kann ikki metast sum vísindalig veiða, sum Japan annars hevur hildið uppá. Eftir siðvenjuni skuldu teir japonsku hvalabátarnir faria suðureftir í summar, men hetta bleiv útsett.

 

Men eftir øllum at døma verður veiðisteðgurin ikki drúgvur. RáðharrinYoshimasa Hayashi segði nýliga, at myndugleikarnir fara at skipa fyri einari serligari hvalaviku, har eitt av málunum er at greiða altjóða samfelagnum frá, at hvalaveiði og hvalatvøst er ein týðandi partur av japonsku mentanini.