Jarðskjálvti á Hawaii

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin merktist eisini á oynni Oahu í Honolulu, sum liggur nakrar hundrað kilometrar longur norðuri.

 

Ein jarðskjálvti hevur í dag verið á Hawaii, sum varð máldur til 6,3. Skjálvtin rakti serliga økið kring Naalehu.

 

Sambært útlendskum tíðindamiðlum verður ikki hildið, at vandi er fyri flóðaldu í samband við jarðskjálvtan.

 

Sagt verður, at miðdepilin hjá skjálvtanum var 10 kilometrar niðri í undirgrundini, umleið 18 kilometrar sunnanfyri Naalehu.

 

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin eisini merktist á oynni Oahu í Honolulu, sum liggur umleið 322 kilometrar úr jarðskjálvtamiðdeplinum.

 

Tíðindastovan NTB ber eisini hesi tíðindi av Hawaii í kvøld.

 

Dagføring: 

 

Seinni í kvøld skrivar NTB, at jarðskjálvtin á Hawaii er máldur til 5,7, og nú verður sagt, at jarðskjálvtamiðdepilin er 37 kilometrar niðri í undirgrundini.

 

Lagt verður aftrat, at higartil eru ongar fráboðanir komnar um persónsskaðar, ei heldur um materiellar skaðar.