Jarnbardur aftur suverenur

Kvinnurnar umborð á Jarnbardi skræddu seg beinanvegin tað mesta av einari bátslongd framum Kollfirðing. Leingi hildu tær úr Kollafirði tørn, men áðrenn teinurin var hálvrógvin, var Jarnbardur leysur, og so var tað bara spurningurin, hvussu tryggur sigurin hjá Jarnbardi fór at verða.

Í fyrsta FM kappróðrinum á Norðoyastevnu fyri tveimum vikum síðani var Jarnbardur 31 sekund frammanfyri Kollfirðing. So stórur var munurin ikki í dag. Men hann var ivaleysa stórur til, at púrt eingin ivi var um, at Jarnbardur aftur hesa ferð vann sjey stig.

Á Norðoyastevnu vóru tað bara Jarnbardur og Kollfirðingur, sum tóku lut. Í Hvalvík bjóðaðu tveir bátar afturat av. Teir vóru Hvessingur og Smyril. Kappingin teirra millum var størri, enn hon var millum nakrar aðrar bátar.

Tað sást á teirra avrikum, at teirra venjingarstøða ikki er tann sama, sum hon er hjá teimum umborð á Kollfirðingi og als ikki sum hon er hjá teimum umborð á Jarnbardi.

Kvinnurnar umborð á 6-mannafarinum hjá Knørrafelagnum eru suverenar, og tær verða eftir øllum at døma ikki tiknar í ár.

 

Sundalagsstevna 2007 - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 05:15.17

2 Kollfirðingur 05:25.03

3 Hvessingur 05:47.04

4 Smyril 05:49.10

 

Støðan í FM - 6 mannafør kvinnur

1 Jarnbardur 14

2 Kollfirðingur 10

3 Hvessingur 4

4 Smyril 3

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Smyril

2 Kollfirðingur

3 Jarnbardur

4 Hvessingur