Hóast krígshóttanir og rokfiskiskap undir Føroyum, so komu vit hertil. Vit hava nátt endastøðina á hesi longu útbúgvingarferð. Vit skulu nú stíga úr einum stórum og breiðum toki, sum hevur rúmað nógvar diskutiónir, avbjóðingar, hugsanir, upp og niður túrar, piage, látur, grát og samanhald.
Vit stíga øll út við einum ryggsekki, sum er fullur av lærdómi og upplivingum.
Nú, tá ið tokið er steðgað aftaná 200 km. um tíman, hyggja vit niður í ryggsekkin við felagsupplivingum.
Um vit lata ryggsekkin upp, koma nógvar góðar løtur upp úr honum ? so sum túrurin til Elduvíkar, har vit skuldu skipa fyri einum barnatiltaki fyri 100 børnum saman við Jóruni Simonsen.
Sólin skein bæði oman og niðan. Øll vóru í sving. Glúpar, gummibátar og dukkusjónleikur uppi í haganum. Spøl úti á bønum, pylsubreyð og klovnar. Og niðri í fjøruni millum tara og klettar, varð kópakonan sýnd fram.
Ferðir í landi og ríki
Ein annar væleydnaður túrur var, tá vit fóru at vitja okkara góða floksfelaga úti í Dímun. Við Norðlýsinum fóru vit avstað á miðari nátt. Tey flestu nýttu henda vakra náttartúrin, meðan onkur var noyddur at tøma sær búkin, helst fyri at fáa pláss fyri tí góða mati, sum bóndahjúnini borðreiddu við.
Vit vóru væl móttikin, tá ið vit í gummibáti komu inn og skinklandi á teimum hálu klettunum royndu at fóta okkum. Í eini røð fóru vit øll grulvandi upp á oynna. Ovast uppi á oynni, sóu vit veitrandi hendur ? tað vóru ?luksusfrúurnar?, sum høvdu valt skjótastu leið.
Hvussu var at koma á oynna Dímun, kann ikki beskrivast - hóast námsfrøðiliga útbúgving - tað má upplivast!
Og so til suðuroyartúrin við Hans Holm á odda. Ein sera læruríkur túrur, tá vit runnu uppi í haganum og funnu útav, at hagin var fullur av blákollum. Vit royndu eisini at læra okkum hesi ymisku fuglanøvnini at kenna. Men eg veit ikki! Hans pástóð, at føroyingar bert kenna til ?lørdags grillkylling?. Og eg haldi at vit vita hvat hann meinar við.
Okkara størsti og longsti túrur, var námsferðin í Danmark og Svøríki.
Vit høvdu eina tætt pakkaða spennandi skrá hvønn dag í Keypmannhavn og har umleiðir. Men tá ið vit komu til Malmø, hildu hesi svensku, sum skipaðu fyri, at vit vóru ein læraraflokkur. Vit runnu frá skúla til skúla, og máttu vit í heilum siga teimum, at vit ikki vóru ?lærarar?, men ?pædagógar?. Ikki tí, tey hava eina góða skúlaskipan í Malmø.
Okkara flokkur hevur verið ein sterkur flokkur. Vit hava verið ágrýtin og havt tað gott sosialt. Eftir protokollini at døma, er onki óregluligt farið fram.
Full ferð á
Tað eina árið komu aðrir bollar í suppuna. Allir lærararnir fóru til Grønlands í tvær vikur, og hildu vit, at tokið hjá okkum møguliga fór at seta ferðina niður, men so varð ikki. Eftir einari viku lá ein áheitan í nærum hvørjum postkassa um, at nú skuldi meira kol lempast í ovnarnar og harvið ferðin setast uppaftur. So, tað var bara at fara aftur til verka.
Í gjøgnum góðar 42 mánaðir, hava nógv fólk verið um okkum og stuðlað okkum, og teimum vilja vit øllum takka.
Eg kann ikki lata vera við at nevna Herluf Lützen, sum uttan himpr hevur undirhildið við sínum guitara - hvar sum helst og nær sum helst - tá vit hava havt tørv á hugnaligum løtum saman.
Ein serlig tøkk til ein, sum trúfastur hevur fylgt okkum gjøgnum øll árini. Bæði gjøgnum tjúkt og tunt, svart og grátt, stórt sum smátt. Tað er eingin annar enn Rógvi Thomsen.
Vegir skiljast
Vit fara at sakna tykkum øll, sum hava hjálpt okkum ígjøgnum hesa læruríku tíð.
Okkara vegir fara at skiljast nú. Vit fara sum pedagogar at arbeiða í eini broytingartíð, Vit skulu fyrihalda okkum til alt, sum rør seg innan okkara øki, og alt sum ávirkar okkara øki.
Sjálvt um tað verður spennandi at fara út og royna seg sum nýklæktur pedagogur, so verður tað eisini ein saknur at fara frá flokkinum, lærarunum og skúlanum sum heild.
Men sjálvt um vit nú fara á hvør sína perong, so vita vit, at vit hava hvønn annan at heita á.
At enda fari eg at ynskja flokkinum alt tað besta. Somuleiðis ynskir flokkurin skúlanum og lærarunum góðan byrð framyvir. Haldið fram við tí góða arbeiðnum.
Takk fyri og góða eydnu.