Um jarndaman í enskum politikki er Margaret Thatcher, so eiga vit í Føroyum eina jarnkvinnu í Ingeborg Vinther. Mangan hevur hon heldur harðliga sagt sína meining, sjálvdan hevur hon bakkað, og hóast hon kann tykjast sum ein markant kvinna við konkretum meiningum, so er Ingeborg ein sera blíð og fryntlig kvinna. Dúgliga verður bjóðað til kaffi, tá ið vit støkka inn á gólvið í háborgini hjá Ingeborg í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Havn. Ikki einans hevur hetta verið hennara arbeiðspláss í heili 27 ár, men eisini hennara heim í Tórshavn. Tí sum flest øllum kunnugt, so er Ingeborg vágbingur við stórum V, og tað var eisini heima í Vági, at glóðin fyri fakfelagspolitikkinum varð vakt.
-Pápi mín, Meinar Joensen, var ein sera aktivur maður í fakfelagspolitikki. Og í mínum heimi kjakaðust við nógv um politikk yvirhøvur. Tí var tað sera náttúrligt, at hetta kveikti ein áhuga í mær, og eg havi tískil altíð havt stóran áhuga í politikki, sigur Ingeborg Vinther.
Skaffaði kvinnuni somu løn
Aftaná at hava starvast á húsplássi í Havn og síðani á flakavirki í Ìslandi, vendi Ingeborg heim aftur til Vágs, har hon giftist, og fekk tvey børn. Eisini sum ung dámdi Ingeborg væl at kjakast um og seta spurningar til korini hjá arbeiðarunum. Og so var tað skjótt, at onkur skeyt upp fyri henni, at ístaðin fyri at bara práta um trupulleikarnar, so skuldi hon fara at gera okkurt við tað. Og tað gjørdi Ingeborg, og meldaði seg upp í fakfelagspolitikk.
-Í 1976 blev eg vald í nevndina í Vágs arbeiðskvinnufelag, sum eitur Fjallbrúður. Tá ið vit í 1977 fóru norður um fjørðin á fund í Føroya Arbeiðarafelag, bleiv eg vald í nevndina. Og í 1980 bleiv eg vald sum forkvinna, sigur Ingeborg.
Eitt av teimum fyrstu málunum Ingeborg var við til at fáa ígjøgnum, var at skaffa kvinnuni somu løn sum manninum.
-Eg øtist enn við tankan um, at føroyskar kvinnur stóðu lið um lið við mannin og gjørdu sama arbeiði men fingu nógv minni í løn, minnist Ingeborg aftur á.
Tað tók henni og Føroya Arbeiðarafelag nøkur ár, men í 1981 fekk kvinnan endiliga somu tímaløn sum maðurin, og hetta heldur Ingeborg verða eitt av teimum stóru málunum, ið hon hevur verið við til at fingið ígjøgnum.
-Sjálvandi eru tað onnur mál, ið eg eri glað fyri, sum til dømis tá ið vit fingu ymiskar tryggingar til limirnar. Men at vit skaffaðu somu tímaløn til kvinnurnar sum til menninar var tá eitt stórt og neyðugt mál at fáa ígjøgnum, sigur Ingeborg.
Baklandið má verða í ordan
Tað eru ikki nógvar kvinnur í Føroyum, ið sita so høgt uppi sum Ingeborg, og hon er ikki í iva um, at tað finnast fleiri kvinnur í Føroyum, ið hava so góð bein í nøsini, at tær saktans kundu siti á tingi, í landsstýrinum ella í einum stjórasessi, men at samfelagið er soleiðis skrúva saman, at hava kvinnurnar ikki eitt gott bakland, so ber hetta ofta ikki til.
-Eg havi kunnað sitið í hesum sessinum, tí at maðurin hjá mær altíð hevur hjálpt so væl til heima. Annars hevði tað ongantíð borið til. Eg eri jú burtur mánadag til fríggjadag, og tá má maðurin taka sær av tí húsliga. Hava aðrar kvinnur ikki baklandið í ordan, so hava tær jú sjálvsagt lítla tíð og orku eftir til at passa eitt meira krevjandi starv, sigur Ingeborg.
Hon vil tó undir ongum umstøðum geva monninum skyldina fyri, at tað eru so fáar kvinnur í høgum størvum.
-Nei, tá er tað ofta meira dirvi og viljin, ið vantar hjá kvinnum, tí tað eru ikki menninir, ið nokta teimum at stilla upp, ella forða teimum at søkja tað høga starvið, sigur Ingeborg avgjørd.
Ongantíð aftur á ting
Í valskeiðnum frá 1994-98 sat Ingeborg á tingi, og hóast hetta var ein hendingarík tíð, so stillar Ingeborg Vinther ongantíð upp aftur.
-Nei, tað hevði eg ongantíð funnið upp á aftur. Eg eri ein kvinna, ið ikki passi allar skógvar, og í tinginum má man taka støðu til øll møgulig og ómøgulig mál. Fakfelagspolitikkur hevur altíð verið mín sterka síða, so tað fari eg at halda meg til, sigur Ingeborg.
Hóast hetta, so fylgir hon enn væl við í føroyskum politikki og vinnulívi, og heldur at tað er ótrúligt, at landsins høgu menn virða flakavinnuna so lítið.
-Tað er ótrúligt, sum flakafólkini verða verd lítið. Vit liva ikki av almennum stovnum, men vit liva av útflutningsvørum, og í dag er tað í høvuðsheitum bara fiskur, ið vit útflyta. Tískil haldi eg, at tað er ótrúligt, at flakakvinnurnar og menninir ikki bara fáa meiri løn men meiri respekt. Tí tað eru tey saman við fiskimonnunum, ið halda Føroyar koyrandi, sigur Ingeborg avgjørd.
Ræðist ikki lortaspannir
Hóast tað ikki altíð hava verið so vøkur orð, ið hava verið søgd og skrivað um Ingeborg í miðlunum, so rínur hetta ikki við hana.
-Eg ræðist ikki lortaspannir. Eg havi fingið so nógvar út yvir meg, at tað er nú sum at sletta vatn eftir einari gás, um okkurt ljótt verður sagt um meg. Eg lukki bara av. Eg tími hvørki at lesa, hoyra ella síggja hetta, sigur Ingeborg.
Hóast hon viðgongur, at tað mangan hevur verið freistandi at verið heima hjá børnunum og nú ommubørnunum í Vági, so ætlar hon sær at stilla upp aftur til formanssessin á næsta vali, tí hon metur, at enn eru nógv mál at berjast fyri.
Men í vikuskiftunum heima í Vági, tá ið Ingeborg endiliga sleppur at taka tað róligt, so er tað alt annað enn politikkur sum er á skránni.
-Mær dámar væl at spáka túrar, og annars bara verða úti í náttúrini. Eisini plagi eg at putlast í mínum lítla urtagarði heima. Og so gangi eg sera høgt upp í føroyska dansin, sigur Ingeborg Vinther at enda.