Jarnsmiðurin vann fyrra valumfarið

Sum væntað vann Lula da Silva fyrra umfar av brasilska forsetavalinum.

Alt bendir á, at fyrrverandi skópussarin, jarnsmiðurin og fakfelagsformaðurin Lula da Silva verður næsti forsetin í Brasil.

Á forsetavalinum sunnudagin fekk hann 47 prosent av atkvøðunum, meðan valevnið hjá stjórnini, Jose Serra, fekk 24 prosent. Tvey onnur valevni býttu hinar atkvøðurnar sínamillum.

Hevði Lula da Silva fingið trý prosent afturat, hevði hann longu havt vunnið valið, men nú skal hann kappast ímóti sosialdemokratinum Jose Serra í seinna valumfarinum, sum verður tann 27. oktober.

Ikki tí, starvið sum brasilskur forseti verður ikki nakar dansur á rósum, sama hvør vinnur. Landið er í álvarssamari búskaparkreppu, uttanlandsskuldin er 1150 milliardir krónur, og higartil í ár er landsins gjaldoyra niðurskrivað heili 40 prosent.