– Eg havi játtað at vera stillari hjá Kvinnulistanum á Tvøroyri, tí eg haldi tað vera skilagott við ópolitiskari uppstilling til kommunuval.
Tað sigur Jaspur Vang, sum situr í býráðnum á Tvøroyri fyri felagslistan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi.
– Í kommunupolitikki hevur tað størstan týdning at finna semju um tað sum er best fyri kommununa. Spurningurin um yvirskipaðu ideologiirnar hava minni týdning í hesum høpi, heldur Jaspur Vang.
Hann heldur eisini, at flokspolitikkur eisini er so nógv broyttur seinnu árini, tí mørkini millum flokkarnar kámast so nógv.
Men hann leggur tó dent á, at hann ger hett fyrst og fremst tí, at hann heldur, at kvinnur og ung fólk eiga at fáa størri ávirkan á kommunalpolitikk. Hann vísir eisini á, at tað er sera trupult at fáa fólk at stilla upp til kommunuval.
– Fólk ynskja ikki altíð at geva sín politiska flokslit til kennar, og tí vilja tey ikki stilla upp á partapolitiskum listum. Við at gera óheftar listar, so er lættari at fáa fólk á listan, heldur Jaspur Vang.
Hann heldur eisini, at tað er ein rættur hjá fólki at skulu kunna gera seg galdandi í kommunalpolitikki uttan at tvingast til at geva til kennar sín flokspolitiska lit.