Jatnatøk í stórum stíli

Frælsur ítróttur - Altjóða kappingin í frælsum ítrótti, Jatnatøk, sum var leygardagin á Tórsbreyt, eydnaðist sera væl. Fleiri góð úrslit vóru, umframt eitt føroyskt met, og bæði luttakarar og áskoðarar fingu nógv burturúr

Fyri fyrstu ferð nakrantíð var Tórs­breyt karmur um eina altjóða kapping­, tá stóra ítróttarøkið leygar­dagin hýsti opnu kappingini, Jatna­tøk, ið hevði umleið 20 føroyskar íðk­arar, umframt 10 íðkarar úr Svøríki, Danmark og Íslandi – sum eis­ini sást aftur á norðurlendsku fløgg­unum, ið veittraðu yvir Tórs­breyt.
Væta var í luftini og tað var heldur grátt í veðrinum ta fyrstu løt­una av kappingini, men sum tíðin gekk, klárnaði tað og gjørdist heilt gott veður við lítlum og ongum vindi. Streymslitið hjá SEV spældi tó eisini eitt puss, tí tað forðaði fyri, at elektroniska tíðtøkan kundi fáast at virka beinanvegin.
Men í aðrar mátar gekk alt upp á stás, og ikki minst var svenski frásøgumaðurin, Daniel Bergin, við til at geva kappingini tað altjóða snittið, ið skuldi til, tá hann hevði fleiri bóltar í luftini í senn, men púra trygt fekk kunnað áskoðararnar, ið so líðandi gjørdust alsamt fleiri í tali, væl og virðiliga um fleiri kapp­ingar í senn. Hann hevur royndir frá stórum kappingum í Svøríki, so sum DN Galan, og tað bæði sást og hoyrdist eisini!

Rógvi og Rúni vunnu
Fyrstu kappingarnar, ið fóru í gongd, vóru hæddarlop hjá kvinn­um og síðani monnum, spjótkast hjá monn­um og 800 metra renning fyrst hjá monnum og síðani kvinnum.
Í hæddarlopi hjá kvinnum leyp svenski favoritturin, Sofie Björklund, 164 sentimetrar og vann framm­an fyri Lív Svabo Jónsdóttir, sum er hálvur føroyingur úr Íslandi, og svensku Natalie Westman. Hjá monn­um var svenski Jakob Sandman stórfavorittur og vann við 181 senti­metrum, men afturfyri var kappingin hørð um næstu plássini, ið fóru til ávikavist Kristian Martin Garðalíð og Steinolv Geyti, ið báðir lupu 156 sentimetrar.
Í spjótkasti vóru tveir bólkar, menn og dreingir 14-15 ár. Hjá monn­um vann Rógvi Højgaard sann­førandi við einum kasti upp á 54,07 metrar, og so var tætt millum Helga Geyta, Høgna Debes og Trónd Arge, ið tóku næstu plássini. Í bólkinum dreingir 14-15 ár vóru bara tveir íðkarar, men spenningurin var so mikið størri, tí Hallur Simonsen lá allan vegin beint framman fyri svenska Felix Nilsson, sum tó megn­aði at yvirhála í síðsta kastinum, tá hann kom upp á 30,27 metrar.
Í 800 metra renning hjá monnum var Rúni Seloy favorittur og vann eisini sannførandi við tíðini tveir minuttir og 7,5 sekund framman fyri Hans Jacobsen og síðani svenska Linus AppelSkjutar á triðja plássi. Hjá kvinnunum vann svenska Natalie Tolvers, sum var hálvttriðja sekund framman fyri Bjørk Herup Olsen, og beint í hølunum á teimum kom Rebekka Fuglø.

Føroyskt met
Síðani vóru kappingar í 5.000 metra renning hjá kvinnum og monnum, slegguvarpi hjá kvinnum, trístøkki hjá kvinnum og at enda 100 metra renning hjá bæði kvinnum og monn­um.
Hjá monnunum royndist Mein­ard Ortind drúgvastur á 5.000 metra teininum við tíðini 17 min­uttir og 41,6 sekund og var hann góðar tveir minuttir framman fyri Brian Smedemark. Sum nevnt aðra­staðni á ítróttarsíðunum, vann Bjørk Herup Olsen 5.000 metra renn­ingina hjá kvinnum og setti nýtt føroyskt met við tíðini 17 min­uttir og 49,7 sekund. Nummar tvey var Súsanna Skylv og á triðja plássi svenska Julia Nilsson.
Í sleggjuvarpi vóru tvær kvinnur í kapping, og her eydnaðist donsku Marie Hansen at vinna á Randi Kúrberg, sum var fyrstu ferð aft­ur í kapping eftir langan steðg. Og í trístøkki var bara tann eina kvinnan við, sum var svenska Louise Arvidsson, ið hóast sín unga ald­ur vann við longdini 11,26 metrar, ið er betri, enn nakar hevur lopið í Før­oy­um í ár.
At enda vóru so 100 metra final­urnar í renning, har talan var um eina finalu hjá kvinnum og bæði A- og B-finalu hjá monnum. Hjá kvinnunum stóð mesta kappingin millum tær báðar svensku, Natalie Tolvers og Louise Arvidsson, ið framm­anundan høvdu vunnið ávikavist 800 metra renningina og trístøkk. Natalie vann við tíðini 13,07 sek­und framman fyri Louise, og á triðja plássi kom Maiken Olsen.
Í A-finaluni hjá monnum vann Rói Højgaard við tíðini 11,90 sek­und framman fyri Dánjal Jákup Niclassen og Rógva Højgaard, ið start­aði best, men kortini varð yvir­hálaður av hinum báðum. Í B-final­uni vann Kristian Martin Garðalíð.