Játtanin eigur at fylgja lóggávuni

? Lappaloysnir verða alt ov ofta nýttar, fyri at loysa trupulleikar í almannaverkinum, men nú noyðast politikararnir at taka støðu til, hvat samfelagið skal bjóða teimum, sum koma undir forsorgarlógina, sigur almannastjórin

DStarvsfólkini á Almannastovuni sita ikki uppá stás um dagarnar. Tað er staðfest í seinastuni, tá neyðugt var at lata forsorgardeildina aftur, fyri at geva starvsfólkunum møguleika at arbeiða tær stóru rúgvurnar undan av málum, sum bert hava bíðað eftir at vera avgreidd.

Tað kann Jóan H. Svabo Samuelsen, settur stjóri á Almannastovuni prógva. Almannastjórin sigur um stóra arbeiðstrýstið á stovninum í seinastuni kom av, at at ein kunngerð varð sett í gildi, sum sigur, at arbeiðsleys skulu hava tørvsveiting ístaðin fyri trongdarveiting, sum tey fingu áður.

? Henda umlegging krevur, at fleiri 100 mál skulu kannast og umroknast av nýggjum. Tað er orsøkin til stóra arbeiðstrýstið í seinastuni, sum nú er um at verða liðugt.


Politiskur spurningur

Langsiktaða trupulleikin á Almannastovuni er ikki loystur við hesum. Her mugu politikararnir taka samanum, fyri at fáa arbeiðsviðurskiftini í rættlag.

Hann vísir á, at um starvsfólkini ikki tóku sína uppgávu í djúpasta álvara, vóru tey bara farin heim eftir lokna arbeiðstíð, og sagt sum so: »So langt rakk eg í dag. Meira kann eg ikki gera, tí nú er arbeiðsdagurin liðugur«. Tað gera tey bara ikki, men nýta tíð og orku langt út yvir vanligan arbeiðsdag, fyri at nøkta ein part av tí tørvi sum er mest átrokandi.

? Starvsfólkini hava við kreppurakt fólk at gera. Tað er ikki ein søluvøra, har tú, tá dagurin er liðugur, kann gera úrslitið upp, eins og í øðrum tænastufyritøkum, sigur Jóan H. S Samuelsen.


Lóggávan og játtanin

? Hvussu ber tað til, at starvsfókini her gera ein vørr av og á. So verður eitt ella tvey fólk sett aftrat, og so hoyrist ikki meir frá Almannasovuni, til starvsfólkini aftur gera vart vð seg?

? At slíkar ósemjur koma, hevur fyri sovítt einki við veruligu trupulleikarnar á Almannastovuni at gera. Meira áhugavert er, at hetta eru afturvendandi trupulleikar, sigur almannastjórin.

? Tað sigur mær so mikið, at grundleggjandi trupulleikin á forsorgardeildini ongantíð er loystur - nevniliga, at játtanin ikki fylgir lóggávuni.

Almannastjórin grundar síni sjónarmið við at siga, at høvuðsyvirskriftin í hansara verð er, at játtanin skal fylgja lóggávuni. Tað er hetta, sum politikararnir mugu taka støðu til, men sum teir ongantíð hava gjørt.


Sosiala arbeiðið

? Høvuðsuppgávan í øllum sosialum arbeiði er at politikarnir gera av, hvussu arbeiðið skal skipast.

? Her tosa vit um forsorgarlógina, sum hevur nógvar og góðar ætlanir innan øll øki í sær, harav peningaligu veitingarnar er minsti parturin. Høvuðmálið er, at vit hava fingið part av fólkinum, sum vegna sjúku ella øðrum orsøkum, eru komin undir forsorgina, og sum hava brúk fyri hjálp.

? Uppgávan er at fáa hesi fólkini út í »vanliga« lívið aftur. Tað er so lætt at siga, at nú gera vit eitt, fyri síðani at fara til næsta punkt á skránni, men so er ikki altíð hjá okkum, sigur almannastjórin.

Tað eru so nógvir sosialir trupulleikar sum gera seg galdandi, og sum starvsfólkini prioritera ógvuliga høgt at loysa á besta hátt fyri tann einstaka.


Lappaloysnir

? Er trupulleikin ikki eisini, at politikararnir prioritera sosialmál lægst?

? Tað er av tí at vit ofta brúka lappaloysnir, men nú mugu politikararnir gera av, hvat samfelagið skal bjóða teimum, sum koma undir forsorgarlógina.

? Í hesi avgerð liggur størsti parturin av sosialpolitiika arbeiði okkara, tí forsorgarøkið er nógv tað størsta her á landi, sigur Jóan H. S.Samuelsen.

Tað sum ørkymlar er, at játtanin ikki fylgir lóggávuni, og tí fáa starvsfókini ikki arbeitt, eftir tí sum lógin ásetur. Tað, at geva fólki veitingar, loysir einki mál, heldur almannastjórin.


Nógvar, góðar ætlanir

? Um lóggávan skal fylgja játtanini, skulu politikararnir siga, hvat skal vera undir forsorgini og ikki. Um neyðugt mugu partar takast úr aftur lógini, sigur Jóan H.S.Samuelsen.

? Ikki tí, nógvar og góðar hugsjónir eru í forsorgarlógini. Tað bøtir ikki um hjá nøkrum, um vit ikki fáa umsitið hana, og so verður arbeitt til fánýtis.

Tilboðini í samfelagnum eru ikki so nógv, at endamálið við ætlanunum í lógini kunnu nøktast. Eitt nú er ongin íbúðarpolitikkur, einki skipað arbeiðið fyri teimum, sum ikki eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, men sum kortini hava brúk at arbeiða parttíð, o.sfr.

Politikararnir mugu gera upp við seg sjálvar, hvat skal gerast, ella smíða lógirnar eftir teimum játtanum, sum teir áseta á figgjarlógini.

Tað er hetta sum leiðslan á Almannastovuni bíðar eftir. Tey skulu umsita lógina, og vilja gera arbeiðið til lítar.

? Fáa vit ikki pening sambært ætlaninar í forsorgarlógini, koma trupulleikarnar aftur. Tað er hent áður, tað hendi aftur herfyri, og fer at henda aftur seinni, um vit ikki taka avleiðingarnar av hesum, sigur Jóan H. S. Samuelsen.


Afturvendandi trupulleiki

Almannastjórin heldur, at hendingarnar herfyri, tá forsorgardeildin noyddist at lata aftur fyri at fáa arbeiðsfrið, er hóskandi høvi at viðgera forsorgarlógina. Neyðugt er at fara undir politiskt kjak, um hvussu forsorgarlógin skal myndast frameftir, hvørji rættindi og møguleikar lógin skal innihalda, og hvørji tilboð skulu veitast teimum, sum koma undir forsorgarlógina.

Ein arbeiðsbólkur er settur at gera nýggja forsorgarlóg. Almannastjórin er formaður í arbeiðsbólkium, sum almanna- og heilsustýrið hevur sett í verk.