Javnaðarflokkurin í Klaksvíkar býráð

Undirritaðu valevni, Torleif Sigurðson og Eyðgunn Samuelsen, hava umboðað Javnaðarflokkin í Klaksvíkar Býráð ávikavist 8 og 4 tey seinastu árini. Vit meta tað vera sera umráðandi, at Javnaðarflokkurin verður væl umboðaður í býraðnum komandi fýra árini.

 

Torleif Sigurðson og Eyðgunn Samuelsen,

býráðslimir og valevni Javnaðarfloksins

Tað er ein styrki at kunna arbeiða miðvíst fyri at røkka úrslit uttan mun til, um ein er í samgongu ella í andstøðu. Sum partur av býráðnum hava vit verið við til at arbeiða fyri býnum øll hesi seinastu árini, og av málum, sum væl áleiðis er komið við seinastu fýra árini, kunnu nevnast:

Kommunuskuldin. Her spardi kommunan 3 mill. kr. um árið í avdráttum við nýggju loysnini. Tað er eingin loyna, at vit í andstøðu skoraðu hart á fyri at fá hesa loysnina við Landsbankanum og Norðoyar Sparikassa samtykta.

Barnaansingin. Útvegaðar eru meira enn 100% øking í ansingarplássum, hetta er ikki so lítið, tá ið hugsað verður um, at nærum onki er hent á hesum øki í fleiri býráðsstur.

Vit meta tað vera av alstórum týdningi, at bæði kynini eru umboðað í býráðnum, hetta ger, at vit fáa javnvág í tær avgerðir, sum verða tiknar.

Verða vit vald aftur í býráðið komandi skeið fara vit at leggja okkum eftir: at tryggja, at skynsemi valdar, tá ið tað kemur til at nýta skattaborgarans pening. Vinnan skal hava góðar karmar at virka undir, so hon kann møta komandi avbjóðingum við fastum sambandi. Vit vilja framvegis borga fyri, at sjálvsøgd mál, sum ein góður skúli, barnaansing til øll og trivnaður, eisini fyri tey eldru, verður sett fremst í einum komandi býráð. Hetta við trivnaðinum hevur eisini alstóran týdning, um vit skulu gera tað áhugavert hjá vinnuni at virka í Klaksvík.

Tað er vón okkara, at Javnaðarflokkurin kemur so sterkur í býráðið, at vit verða við til at mynda komandi samgongu. Vit javnaðarfólk trívast best í samgongu, sum tað ofta verður sagt. Tí vilja vit gera tað, ið vit kunnu, fyri at fáa ávirkan, men tað verður ikki fyri einhvønn prís. Fáa vit borgan fyri, at komandi samgonga vil reka ein tryggan fíggjarpolitik og vil raðfesta trivnaðin, so eru vit við.

Hvat komandi meiriluta í Klaksvíkar Býráð viðvíkur, so tora og vilja vit taka á okkum allar avbjóðingar og meta okkum eisini skikkað til tess. Vit fara til val uppá at fáa so stóra ávirkan, sum til ber.