- Vit taka ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður, og at motroknað verður í fólkapensjónini frá fyrst tjentu krónur afturat pensjónini. Vit taka heldur ikki undir við, at mótroknað verður frá fyrstu krónu í fyritíðarpensjónini.
Tað ger John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi ? floksins vegna ? greitt í grein, sum verður at lesa í Sosialinum í morgin.
John Johannessen sigur, at hetta vildi verið í beinleiðis stríð við teir batar, sum vórðu framdir undir fyrru ABC samgonguni við tí endamáli at stimbra fyritíðarpensjónistin til eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðinum.
Javnaðarflokkurin ger eisini greitt, at tað sum higartil er komið fram um broytingar í pensjónsskipanini einans er eitt uppskot frá einum embætismannabólki. Politiska viðgerðin er ikki meira enn byrjað. Hann vísir á, at ein tvørpolitiskur bólkur er settur at viðgera uppskotið.
- Javnaðarflokkurin er ikki samdur við embætismannabólkinum í týðandi lutum. Tí hevur tingbólkurin gjørt sær greiðar niðurstøður til víðari viðgerðina av pensjónsreformi í Føroyum, vísir John Johannessen á.
Í greinini vísir hann á, at teirra fatan er, at neyðugt er við einum pensjónsreformi, sum hevur til endamáls at tryggja øllum føroyingum eina virðiliga eftirløn. Hetta skal gerast í tveimum, lutvíst við nýggjari skipan fyri eftirlønaruppsparing og lutvíst við munandi broytingum í almennu fólkapensjónini.
Í stuttum kann sigast, at Javnaðarflokkurin ætlar, at ein nýggj arbeiðsmarknaðareftirlønaruppsparing skal avloysa allar tær ymsu skipanir, sum eru vorðnar til við ymsum lønarsáttmálum. Skipanin skal byggja á lívrentuháttin við ávísari lívlangari veiting og ratueftirløn við ávísari upphædd í eitt áramál.
Samstundis skal skattafyrimunurin til privatar kaitaluppsparingar takast av.
Flokkurin mælir eisini til fleiri broytingar í fólkapensjónini, har hvøuðsdenturin verður lagdur á at økja veitingar til teirra, ið ikki hava aðrar pensjónir enn fólkapensjón og samhaldsfasta.