Javnaðarflokkurin skal herja frameftir og verja aftureftir

Javnaðarflokkurin tekur samstarvið við tveir borgarligar flokkar í samgonguni sum eina stóra avbjóðing

Landsfundur hjá javnaðarflokkurin

Javnaðarflokkurin skal arbeiða fyri at skapa álit ímillum politisku skipanina og partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Tað er javnaðarflokkurin samdur um á landsfundinum á Svangaskarði í fríggjakvøldið og leygardagin.
Á fundinum var støða floksins í samgongu við tveimum borgarligum flokkum viðgjørd sum ein stór avbjóðing, sigur flokkurin í eini fundarsamtykt, sum landsfundurin gjørdi tá ið fundurin var liðugur seinnapartin leygardagin.
 Grundleggjandi virði Javnaðarfloksins vórðu umrødd saman við teimum avbjóðingum, ið framtíðin og alheimsgerðin hava við sær. Flokkurin hevur á landsfundinum sett hol á eitt miðvíst arbeiði at orða og endurskoða sjónarmið á fleiri týðandi samfelagsøkjum. Hetta soleiðis, at flokkurin er brynjaður at møta avbjóðingunum í nútíðarsamfelagnum. Landsfundurin er samdur um, at hetta arbeiðið skal vera kjølfest í samhaldsføstu javnaðarhugsjónini, verður sagt í yvirlýsingini.
Í sambandi við arbeiðsmarknaðarmálini, er landsfundurin samdur um, at flokkurin skal arbeiða fyri at skapa álit millum politisku skipanina og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at til ber at gera langtrøkkandi semjur um týðandi samfelagsmál.

Einskiljingar skulu vera varisligar
Flokkurin viðgjørdi eisini einskiljingar og í tí sambandi var Landsfundurin samdur um, at einskiljingarnar skulu fara varisliga fram. Metast skal í hvørjum einstøkum føri um ein einskiljing er gagnlig fyri samfelagið og fjøldina sum heild.
Í yvirlýsingini verður eisini eisini staðfest, at skattaskipanin er seinastu átta árini farin av kós. Tí samdist landsfundurin um, at flokkurin eigur at tryggja samhaldsfestið í skattaskipanini. Í hesum sambandi er neyðugt at finna rætta býtið og røttu samansetingina ímillum kommunuskatt og landsskatt.
 Javnaðarflokkurin hevur tað sjónarmið, at vit skulu steðga spekulatiónini við keypi og sølu av fiski- og veiðirættindum. Hetta fyri at fáa staðfest setningin um, at "Fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks."
Í sambandi við umhvørvismál áleggur landsfundurin javnaðarflokkinum at bera so í bandi, at umhvørvismál verða raðfest hægri í samgonguni.
Landsfundurin fegnast harumframt um, at tað hevur eydnast Javnaðarflokkinum í samgongu at seta skjøtil á og loysa fleiri stórmál.
Somuleiðis ásannar landsfundurin, at samhaldsfasti er ein av hornasteinunum undir framtíðar eftirlønarskipanini. Tí fegnast landsfundurin um, at tað annað árið á rað eydnaðist at hækka bæði inn- og útgjald munandi.

Virknari á altjóða pallinum
Onnur mál, sum vórðu viðgjørd á landsfundi javnaðarfloksins, eru uttanríkispolitikkur og menningarhjálp.
 Føroyar eru nú meira virknar á uttanríkispolitiska økinum. Altjóða sáttmálar eru gjørdir, sum geva Føroyum størri uttanríkispolitiskar heimildir. Umsíðir er menningarhjálp raðfest sum eitt politiskt mál. Hetta fegnaðis landsfundurin um.
Landsfundurin fegnaðis eisini um yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina. Nú liggur sjálvstýrismálið í tryggari legu, sum Føroya fólk einsamalt hevur ræðið á. Serliga fegnaðist landsfundurin um, at sjálvsavgerðarrætturin í altjóðarætti nú er staðfestur.
Landsfundurin fegnaðist eisini um at samgongan setir sær yvirskipað langtíðarmál og heitir á løgmann um at raðfesta arbeiðið við at útgreina ætlanina.
Og at enda fegnaðist landsfundurin hjá javnaðarflokkinum um, at flokkurin í eini tíð við stígi í búskapinum, hevur megnað at vart og at ment vælferðartænasturnar, serliga innan eldra- og serforsorgarøkið.