Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava annars ligið fremst rættiliga leingi. Men av tí at Javnaðarflokkurin fær 2611 atkvøður í Havn, fer hann fram um Fólkaflokkin.
Fólkaflokkurin ger ikki eitt eins gott val í Havn. Flokkurin fær 1381 atkvøður í Havn.
Sambandsflokkurin fær umleið 7.200 atkvøður.
Fólkaflokkurin fær umleið 6.000 atkvøður.
Javnaðaflokkurin fær umleið 6.600 atkvøður.
Kollafjørður manglar tó at telja upp.
Fyrivarni verður tó tikið fyri, at tølini í Havn ikki eru endalig.