Javnaðarfólk á fund um havnarútbygging

Í dag klokkan 17 kallar baklandið hjá Javnaðarflokkinum í Havn til fundar um ætlaðu havnarútbyggingina fyri 350 milliónir krónur framman fyri Skansan

Í dag klokkan 17 kallar baklandið hjá Javnaðarflokkinum í Havn til fundar um ætlaðu havnarútbyggingina fyri 350 milliónir krónur framman fyri Skansan

 

Málið um havnarútbyggingina hjá Tórshavnar kommunu framman fyri Skansan verður nú tikið upp í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Tað kundi bent á, at full semja ikki er í baklandinum hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu, tá málið nú í evstu løtu verður tikið upp á limafundi.

 

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur boðað limunum frá, at felagið skipar fyri limafundi um havnarútbyggingina í Tórshavnar kommunu, og at fundurin verður longu í dag, 19. november klokkan 17 í Posthúskjallaranum í Havn.

 

Við á fundinum verða býráðspolitikarar floksins.

 

Tað er annars fult og heilt upp til Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu at gera av, um verkætlanin við havnarútbyggingini framman fyri Skansan skal gerast ella ikki. Vil flokkurin, at ætlanin skal fremjast, eins og eitt samt býráð vil, so verður tað gjørt. Men vil flokkurin broyta meining í málinum, so kann hann eisini gera tað uttan at spyrja nakran annan flokk, tí Javnaðarflokkurin hevur meiritlutan í Tórshavnar býráð einsamallur – flokkurin hevur 7 av 13 býráðslimum í Tórshavnar býráð.