Javni hátíðarheldur 35 ára stovningardagin

Tann 14. mai í 1971 var felagið Javni stovnað fyri at slóða fyri og skapa føroyingum við menningartarni møguleika at búgva og virka í Føroyum. Í hesum sambandi skipar Javni fyri ymsum tiltøkum, eitt nú bjóðar felagið øllum við menningartarni á fund í Miðlahúsinum leygardagin 6. mai kl. 11.00

14. mai í 1971 tóku fólk seg saman í felag. Tey stovnaðu Javna, tí tey vildu slóða fyri og skapa føroyingum við menningartarni møguleika at búgva og virka í heimlandinum. Hesi 35 árini síðani stovnina eru tøk tikin, og Javni hevur øll árini havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at betra um umstøðurnar hjá fólki við menningartarni. Uttan at gera ov nógv av kann sigast, at Javni hevur verið við til at broyta føroyska søgu og føroyska samfelagið.

Javni vil tó fegin enn longur fram á leiðina móti einum samfelag, sum bæði í huga og gerð gevur teimum við menningartarni møguleika at skapa sær eitt gott og gevandi lív.

Eitt átak, ið varpar ljós og broytir hugburð
Avgjørt er at brúka 35 ára stovningardagin hjá Javna til at seta eitt átak í verk, sum á ein øðrvísi hátt fer at varpa ljós á fólk við menningartarni. Eins og øll onnur eru tey við menningartarni ógvuliga fjølbroytt menniskju, við ymiskum lyndiseyðkennum, førleikum, ynskjum og dreymum fyri framtíðina.

Átakið fer at geva fýra ymiskum fólkum við menningartarni møguleika at greiða frá um sítt lív, sínar dreymar og ætlanir. Við støði í hesum frásagnum verða í tíðarskeiðinum 5. mai - 19. mai lýsingar í SVF og bløðunum, har hesi fýra sjálv koma til orðanna og seta dagsskránna.

Endamálið við átakinum er at broyta hugburð til tað at liva og virka við menningartarni og vísa á, at fjølbroytni eigur at verða ein styrki í okkara samfelag.

Tann myndin, vit hava av fólki við menningartarni, er við til at avgera, hvørji tilboð og møguleikar hesi hava í okkara samfelag. Tí er hetta átak eisini ein liður í at betra um umstøðurnar hjá teimum við menningartarni og ein áminning um, at tað altíð eigur at verða við støði í tí einstaka, at tilboð o.a. verða tilevnað. Tí tey eru ymisk og hava ymiskar førleikar, ymiskar dreymar osfr.

Hetta er mítt lív!
Átaki: vil eisini fegin slóða fyri, at fólk við menningartarni fáa møguleika at mynda sítt egna lív og ávirka egin viðurskifti.

Javni bjóðar tí øllum við menningartarni á fund í Miðlahúsinum leygardagin 6. mai kl. 11.00.

Á fundinum verður umrøða av ætlanini at seta á stovn eitt serstakt felag fyri fólk við menningartarni. Endamálið við einum slíkum felag er, at tey við menningartarni sjálv skulu tala sína søk og ávirka, tá tað kemur til viðurskifti, sum hava við tey at gera. Hetta felag kemur í øllum lutum at arbeiða tætt saman við Javna og stuðla undir tað arbeiði, Javni longu ger á hesum øki.

Mánadagin 15. mai kl. 19.00 skipar Javni í samstarvi við Pedagogfelagið fyri fundi við fyrilestri og kjaki fyri teimum, sum arbeiða við fólki við menningartarni, avvarðandi og politikarum. Fundurin verður á Verkstaðnum Vón.

Fyrilestrarhaldarin á hesum fundi verður Mogens Seider. Hann er sosialpedagogur og hevur drúgvar royndir innan økið. Mogens Seider var næstformaður í landsfelagnum fyri sosialpedagogar í 9 ár og arbeiðir nú sum leiðari fyri ein bústovn fyri sinnisveik.
Mogens Seider er royndur fyrilestrarhaldari, sum altíð leggur upp til kjak, umhugsni og støðutakan.

Hann greiður soleiðis frá, tá hann í stuttum skal seta orð á tað, hann ætlar at røða um á fundinum:
"Vit hava góðar møguleikar at skapa fólki við menningartarni eitt gott lív. Men spurningurin er, um pedagogar og onnur, sum arbeiða við fólki við menningartarni, avvarðandi og politiski myndugleikin eru tilvitað um og til reiðar at virða tey rættindi, hesi menniskju hava. Tann stóra avbjóðingin komandi árini verður, um vit sum samfelag fíggjarliga og moralskt er til reiðar at raðfesta menning av vitan innan hetta økið, og at seta av fíggjarorku, soleiðis at umstøður og tilboð kunnu skapast, har aðaltátturin er virðingin fyri rættindunum hjá fólki við menningartarni, og at tey við menningartarni virkin taka lut í avgerðum um, hvussu teirra lív skal livast".

Javni broytt búmerki
Í samband við 35 ára merkisdagin hjá Javna hevur Javni fingið nýtt búmerki. Ella helst er rættari at siga, at Javni hevur fingið broytt búmerki.
Plantan javni, ið alla tíðina hevur eyðkent búmerkið hjá felagnum, er enn høvuðstátturin í búmerkinum. Men nú er vit farin tættari at blaðnum, og strikurnar eru gjørdar einfaldari og meira avrundaðar. Formurin vísir lív, og búmerkið hevur fingið eitt "flog", ið vísir, at Javni er eitt dynamiskt, spennandi og - ikki minst - livandi felag. Stavirnir í navninum hava runt snið, ið avmyndar menniskjaligu síðuna av felagnum. Tað snýr seg um menniskju!
Grøni liturin, ið ímyndar lív og vøkstur, hevur altíð eyðkent búmerkið hjá Javna. Grøni liturin er varðveittur, men nú eru tveir ymsir grønir litir, ið vísa á ymiskleikan og undirstrika fjølbroytni í heildini.
Vi: nýggja búmerkinum ynskir Javni at føra víðari dygdirnar, ið gamla búmerkið umboðaði: lívseiga gróðurin og tað grundhugsjón, ið bæði felag og planta bera í navninum: javnaður - at fólk við menningartarni skulu vera javnt vird við onnur og fáa javnbjóðis møguleikar og javnbjóðis rættindi.
Í einum felag sum Javna gerast fólk góð við búmerkið, og tað er við sorgblídni, at nevndin í Javna nú hevur valt at givið búmerkinum meira tíðarhóskandi snið. Ynskið var eitt búmerki, ið hevur einfaldar linjur og er egnað til útgávu við nútíðar tøkni, tað veri seg á pappíri ella á teldu. Vón okkara er, at nýggja búmerkið skal vera við til framhaldandi at stríðast fyri at vinna fólki við menningartarni javnrættindi á øllum økjum og kunna umboða felagið mong ár fram í tíðina - kanska enn eitt 35 ára skeið. Tað er Repro-Z, ið hevur nýteknað búmerkið.

Stór føðingardagsveitsla
Fríggjakvøldið 19. mai kl. 18.00 skipar Javni fyri rimmar 35 ára føðingardagsveitsla á Hotell Føroyum. Á veitsluni verður góður matur, undirhald og dansur. Til ber at melda seg til veitsluna við at gjalda 250 kr fyri vaksin og 125 kr fyri børn á konto 6460-153.962.2. Minnist til at viðmerkja navn/nøvn á teimum, sum melda seg til, tá tit gjalda. Kvittanin fyri flytingina er atgongumerki til veitsluna, so minnist til at taka hana við á veitsluna. Seinasta freist at tekna seg er fríggjadagin 12. mai.



Nýggj heimasíða
Javni fær eisini nýggja heimasíðu í samband við 35 ára stovningardagin. Ætlanin er, at heimasíðan skal gerast ein sterkur miðil, sum skal verða við til at upplýsa um virksemið hjá Javna og tey mál, sum Javni arbeiðir við at fremja. Á heimasíðuni verða eisini áhugaverdir tættir, sum allir hava tað til felags, at teir viðgera lív, umstøður o.a. hjá teimum við menningartarni og familjum teirra. Nýggja heimasíðan verður virkin 5. mai.

Árligi aðalfundurin
Árligi aðalfundurin hjá Javna verður leygardagin 6. mai kl. 15.00 í Miðlahúsinum. Umframt val av nevndarlimum, formansfrágreiðing, framløgu av roknskapi osfr, verður eisini greitt frá lýsingaátakinum í samband við 35 ára stovningardagin og ætlan um at byggja nýtt frítíðarheim.