Javningin av almannapensjónum

Løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2021 virkar ikki á rættan og rímuligan hátt, hetta tí at lógin ásetir, at javningin av almannaveitingum – herundir pensjónum – skal verða í prosentum. Hesin háttur at hækka almannapensjónir hevur við sær, at krónuupphæddin, sum okkara lágu almannapensjónir hækka við árliga, er sera lág og økist eftirsleipið í pensjónunum tískil ár eftir ár.

Neyðugt er tí at broyta javningarháttin.

Javningin má verða í krónum, hetta soleiðis at pensjónistar fáa pensjónshækkan, ið sum minsta mark má verða sama krónuupphædd, sum tann krónuupphædd, sum arbeiðaralønin hækkar við árliga.

Javningin/hækkingin av fólkapensjónini og samhaldsfasta eftir skatt og gjøld fyri ár 2025 liggur millum 346 kr. og 427 kr., um mánaðin, meðan hækkingin av arbeiðaralønini fyri árið 2025 er 905 kr. um mánaðin eftir skatt og gjøld. Eftirsleipið í fólkapensjónini í mun til arbeiðaraløn er fyri árið 2025 ímillum 478 kr. og 559 kr. um mánaðin.

Pensjónirnar eru seinnu árini vorðnar púra afturútsigldar – hetta m.a. tí at í árunum 2015, 2016, 2017, 2018, 2019, 2020 og í 2021 vórðu pensjónirnar als ikki javnaðar/hækkaðar.

Málið við vælferðarsamfelagnum er, at ongin skal liva í fátækradømi. Hóast hetta eru tað fólk í Føroyum – herímillum fyritíðarpensjónistar – sum alsamt mugu liva av almannaveiting, ið liggur rættuliga langt undir fátækraváðamarkinum.

Fátækaváðin, á enskum “at-risk-of-poverty”, er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fægstum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum. Kelda Hagstova Føroya Fátækraváðamarkið er 161.129 kr. (fyri ár 2022), meðan inntøkan hjá støkum miðal fyritíðarpensjónistum liggur undir fátækraváðamarkinum og er einans er 155.751 kr. árliga.

Og er Inntøkan hjá støkum lægstu fyritíðarpensjónistum einans 155.209 kr. árliga. Hesi tøl vísa, at nógvir pensjónistar liva í støðugum fátækradømi í vælferðarsamfelagnum Føroyum. Landsstýrið og Løgtingið eiga at hækka okkara afturútsigldu almannapensjónir.

 

Tórshavn hin 22. apríl 2026

Áhugabólkur Pensjónista