Rokmikla byrjanin hjá FCK uppá seinnu helvt av hesum kappingarárinum hevur ikki verið serliga rík uppá stig, og nú eru longu fleiri vikur síðani, at donsku fjølmiðlarnir fóru at avskriva Toda og teir í stríðnum um meistaraskapin.
Tað kann ganga skjótt í ítrótti, og eftir bara eina handavending kann tað síggja øðrvísi út, enn tað hevur gjørt. Nógv dømi eru um hetta, og tað feskasta í føroyskum ítrótti er, at tað eydnaðist strandingum at vinna FM í hondbólti, eftir at teir bara einar tríggjar vikur undan kappingarenda mest sum høvdu verið avskrivaðir.
Úrslitini í donsku kappingini lagaðu seg soleiðis í vikuskiftinum, at tað hevði borið til hjá FCK at nærkast toppinum aftur, um teir vunnu. Men tað gjørdu teir ikki.
Møguleikarnir
vóru har
FCK hevði longu fríggjakvøldið vitjan av einum av gomlu feløgunum hjá Toda í Danmark, AGF, og 10.518 høvuðsstaðarbúgvar gjørdu nyttu burturúr undirhaldstilboðnum, sum tað nú er vorðið at fara til fótbólt fríggjakvøld.
Kim Brink hevði víst Toda Jónsson álit við at taka hann fram um Thomas Thorninger í álopinum undir liðini á Briani Laudrup.
Todi tóktist væl betri upplagdur, enn hann var, tá hann síðst byrjaði inni ? tað var í Lyngby. Ein álopsspælari verður vigaður á tí vektini, sum bara skrásetur mál, og tá føroyski spælarin heldur ikki hesa ferð var millum málskjúttarnar, so var avrikið ikki nøktandi fyri hann sjálvan, og tað gerst sjálvandi eitt alt størri trýst, tá málini, sum tað verður bíðað eftir, ikki koma. Todi, sum skoraði fleiri ferðir í dystunum undan kappingini, hevur enn ikki skorað í landskappingini í 1999.
Vit kunnu siga, at marginalirnir vóru ikki við hesa ferð. Fyrsta løtan var rættuliga rótut, men so fekk FCK tamarhald á spælinum, og hóast vongspælið ongantíð gjørdist nóg gott, og innleggini tískil ikki vóru nóg neyv, so komu teir til onkrar møguleikar. Todi var á blettinum tvær ferðir, men báðu ferðirnar var tað næstan og ikki meiri, tíverri. Fyrra ferðin var, tá hann varð spældur leysur við AGF málverjanum, Lars Windfeld, og bólturin kitlaði stólpan ? skeivu megin, og seinna ferðin var, tá Todi stútaði væl, men tíverri dygst somu megin sama stólpa.
Fyri FCK var tað sum køld pøs av vatni í andlitið, at AGF legði seg framum við langskoti, tá 33 minuttir vóru farnir.
Tí gjørdist 2. hálvleikur eitt stórt stríð fyri at koma afturíaftur og í hvussu so er at fáa javnleik. FCK fekk mál, tá 67 minuttir vóru farnir, og enn eina ferð var tað David Nielsen, sum hevði eydnuna við sær, tá hann stútaði innlegg í kassan.
FCK royndi at fáa eitt mál afturat og harvið vinna øll trý stigini, men tað eydnaðist ikki. Í einari roynd at styrkja um álopsspælið varð Todi Jónsson útskiftur við Thomas Thorninger, tá 70 minuttir vóru farnir, men tað segði tað sama.
Sjálvmál móti Jákupi
Ivaleyst mundi Allan Simonsen vera millum áskoðararnar, tá Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir í Herfølge vóru í Vejle.
Sambært donsku fjølmiðlunum var talan ikki um væl spældan og skipaðan fótbóltsdyst, tá hugsað verður um, at hesi bæði liðini eru stødd mitt í bestu røðini.
Vejle legði bragdligari fyri, men teir fingu ikki bóltin framvið Jákupi Mikkelsen, sum enn eina ferð vísti, at hann er vorðin ein klassamálverji, sum eisini stýrir verjuni.
Herfølge kom á odda, tá hálvur tími var farin, og ta gleðina høvdu teir í tólv minuttir. So javnaði heimaliðið, og tað var verjuspælarin Steven Lustü, sum við høvdinum sendi bóltin inn um málverjan hjá sær sjálvum, Jákup Mikkelsen.
Málskjúttin var í øðini inn á dómaran, at hann ikki dømdi fríspark, tí hann helt, at fyrrverandi landsliðsmaðurin, Henrik Risom, skumpaði ólógliga. Men dómarin bríkslaði fyri máli, og í staðin fekk óhepni málskjúttin gula kortið fyri at mótmæla.
Eftir dystin vistu danskir fjølmiðlar at siga, at venjarin hjá Lyngby, Poul Hansen, skal loysa venjaran hjá Vejle, Ole Fritsen, av. Ole Fritsen var í síni tíð hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og tók við sum venjari í Vejle, tá føroyski landsliðsvenjarin fekk sekkin.
Oddurin javnur
AB var framvegis oddalið í bestu deildini, tá hesar reglurnar vórðu skrivaðar, men tað er væl hugsandi, at liðið hjá Ole Mørch ikki er oddalið í dag. Fyrrverandi venjarin hjá Jákupi Mikkelsen var einki serliga blíður, tá hansara lið bara hevði megnað 1-1 javnleik á heimavølli móti Viborg, sum hevur annað at hugsa um enn oddin.
Í gjárkvøldið skuldi Brøndby taka ímóti AaB, og um meistararnir trý tey seinastu árini fingu fulla úrtøku burturúr stríðnum móti triðji besta liðnum, so eru teir nýtt oddalið í superliguni.
At B93, sum gongur á 106. ári, eftir summarfrítíðina aftur verður í 1. deild, varð avgjørt sunnudagin. Teir vóru í Aarhus og spældu móti Fremad, og heimaliðið vann 2-0. Ein av heimamonnunum varð rikin av vølli, tá 63 minuttir vóru farnir, men alíkavæl eydnaðist tað teimum at fáa tvey mál ? eitt í 83. og eitt í 90. minutti.
Silkeborg og Lyngby spældu eisini 1-1.