Føroyingauppgerð var á Akranesi í kvøld millum liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Akranes og liðið hjá Halli Hansson, KR.
Dysturin endaði við einum ótrúliga málríkum 4-4 javnleiki. KR var á odda bæði 3-0 og 4-3, men Akranes megnaði at svara aftur og tryggja sær eitt stig. Talan var um níggjunda javnleikin hjá KR í 20 dystum.
Tó møttust Kaj Leo og Hallur ikki á vøllinum. Kaj Leo fór av vøllinum tá 86 minuttir vóru leiktir av dystinum. Hallur kom á vøllin tá 87 minuttir vóru farnir av dystinum. Bert tveir minuttir aftaná hann var komin á vøllin hevði Hallur ein rimmar stútara, ið fór beint framvið málinum hjá Akranesi. Kaj Leo var við í uppspælinum til annað málið hjá Akranesi.
Akranes 4 - 4 KR
0-1 Aron Kristófer Lárusson ('14)
0-2 Sigurður Bjartur Hallsson ('26)
0-3 Atli Sigurjónsson ('28)
1-3 Eyþór Aron Wöhler ('36)
2-3 Gísli Laxdal Unnarsson ('45)
3-3 Benedikt V. Warén ('46)
3-4 Atli Sigurjónsson ('53)
4-4 Eyþór Aron Wöhler ('63)
Gunnar Nielsen sat aftur á beinkinum, og mátti síggja liðfelagarnar í FH spæla javnleik 0-0 móti Leiknum á útivølli. Atli Gunnar Guðmundsson vardi aftur málið hjá FH í kvøld.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Breiðablik | 19 | 14 | 3 | 2 | 50:21 | 45 |
2 | KA | 20 | 11 | 3 | 6 | 40:25 | 36 |
3 | Víkingur R. | 19 | 10 | 6 | 3 | 44:30 | 36 |
4 | Valur | 19 | 9 | 5 | 5 | 38:29 | 32 |
5 | Stjarnan | 20 | 7 | 8 | 5 | 37:36 | 29 |
6 | KR | 20 | 6 | 9 | 5 | 32:31 | 27 |
7 | Fram | 20 | 6 | 8 | 6 | 38:39 | 26 |
8 | Keflavík | 20 | 6 | 5 | 9 | 29:33 | 23 |
9 | ÍBV | 20 | 4 | 7 | 9 | 31:39 | 19 |
10 | FH | 20 | 3 | 7 | 10 | 20:32 | 16 |
11 | Akranes | 20 | 3 | 6 | 11 | 22:45 | 15 |
12 | Leiknir R. | 19 | 3 | 5 | 11 | 18:39 | 14 |