Fótbóltur
Sum tað er nevnt aðra staðni í blaðnum, so var talan um satt drama, tá GÍ vissaði sær framhaldandi tilveru í fremstu føroysku fótbóltsdeildini.
Og í Fuglafirði var spenningurin ikki minni. Treytirnar undan dystinum vóru, at TB skuldi hava í minsta lagi eitt stig meira enn GÍ.
Tað vildi siga, at talan í øllum førum skuldi verða um javnleik, um TB skuldi hava nakra vón. Men helst av øllum, so skuldu teir vinna dystin, og á tann hátt skapa sær sjálvum tað best møguliga útgangsstøðið.
Høvdu møguleikar
Dysturin í Fuglafirði varð ongan tíð tann stóra fótbóltsupplivingin. Til tess vóru nervarnir hjá TB helst ov nógvir. Men gestirnir stríddust sera væl, og hóast talan ikki var um nakra greiða leikliga yvirvág, so stóð oftani nógv á ÍF-málinum. Men hvørja ferð, so vórðu meira og minni uppløgdu møguleikarnir misnýttir.
Soleiðis stóð enn á jøvnum, málleyst, tá Lassin Isaksen bríkslaði fyri seinastu ferð. Tá var støðan á Skála enn 1-1, men dómarin hevði ikki meira enn floyta, so varð 2-1 til Skála, og GÍ var í aðru deild.
- Vit trúðu tá, at vit høvdu klárað tað. Alt fór upp at kóka, men brádliga hoyrdu vit so aftur, at GÍ hevði javnað í yvirtíðini. Eg havi ikki orð fyri, hvussu tað kendist, helt Hallur Christiansen hjá TB, tá vit fingu orðið á hann.
Tað merkti, at hóast síni 22 stig, so noyðast tvøramenn aftur tungu gonguna niður í aðru deild.
Bara eitt stig afturat onkra aðrastaðni, vildi verið nóg mikið til bjarging, og í bakspegllinum eru eisini fleiri dystir, sum Hallur kundi ynskt sær endaði øðrvísi.
- Sjálvandi ber illa til at siga akkurát, hvar hatta eina stigið skuldi verið komið. Men tað er klárt, at tað eru dystir, sum tú iðrar teg um, tá munurin nú varð somikið lítil. Ikki minst var tað dýrt hjá okkum, at vit taptu móti VB seinast. Tá hava vit tríggjar risa-møguleikar fyrstu 20 minuttirnar, men vit tapa kortini 2-0. Og so eru eisini aðrir dystir. Tann í Runavík, har teir javna til 1-1 langt inni í yvirtíðini. Fyrsti heimadysturin móti B36, har vit brenna fleiri stórar kjansir, og ikki minst teir báðar heimadystirnar móti ÍF og KÍ. Teir báðir vóru nokk dystir, sum skuldu vinnast, men tað megnaðu vit ikki, staðfestir hann.
Framtíðin
Tá tosið fer at snúgva seg um komandi kappingarár, tykist Hallur nóg illa at hava svølgt vónbrotinum.
- Beint nú er tað ræðuligt, bara at hugsa um fótbólt. Men tað er einki annað at gera hjá okkum, enn at stríða okkum uppaftur. Eg haldi, at vit hava tað mesta av fólkinum við aftur næsta ár, og so mugu vit bara koyra á. Upp aftur skulu vit í øllum førum, helt hann.
Hjá ÍF hevur tosið í ár fyri tað nógva snúð seg um at stabilisera seg í deildini. Tann setningurin má partvíst sigast at vera rokkin, nú talan gjørdist um eitt sætta pláss. Og hóast munurin niður ikki varð so øgiliga stórur, so hevur talan sjáldan verið um beinleiðis niðurflytingarvanda í felagnum.
So er spurningurin, hvørt teir megna at lyfta seg enn eitt stig komandi kappingarár. Málið er har í øllum førum, og við alt meira ábyrgd á yngru kreftunum í felagnum er veruleikin eisini, at hesir eru búnaðir meira, enn teir vóru fyri tveimum árum síðani.