? Í teimum flestu londunum rundanum okkum kom javnstøðulóggáva í gildi miðskeiðis í 70 unum. Vit darlaðu also eini 20 ár aftaná. Men lógin kom, og hevur nú 10 ár á baki. Hvussu stendur so til við javnstøðuni? Ikki væl, um vit halda fram við at samanbera okkum við okkara grannalond.
Soleiðis hugleiðir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í javnstøðumálum, í faldaranum til ráðstevnuna. Enn er nakað eftir á mál, men vit eru á rættari kós, og hyggja vit at skránni, má hendan ráðstevnan sigast at vera eitt virðiligt og viðkomandi fet á leiðini til javnstøðu.
Minnast Maritu
Byrjað verður við at Jóannes Eidesgaard, løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í javnstøðumálum, setur ráðstevnuna. Aftaná hann fer ongin minni enn Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, at hugleiða um, hví og hvussu javnstøða skal fremjast í verki.
Á ráðstevnuni fer javnstøðunevndin eisini at nýta høvið at minnast Maritu Petersen, sála, fyrrverandi løgtingsformann og løgmann, fyri hennara arbeiði fyri javnstøðu - bæði sum politikari og sum fyrimynd. Marita Petersen var løgmaður, tá javnstøðu-lógin kom, og legði hon stóra orku í at fáa lógina samtykta.
Tey flestu av okkum minnast ivaleyst, hvussu stríggið tað var, at fáa javnstøðulógina samtykta. Toganin aftur og fram í løgtinginum tók drúgva tíð, og á stevnuni verður tað Bjørt Samulesen, journalistur, sum fer at greiða frá arbeiðinum hinumegin politisku leiktjøldini.
Kvinnulig leiðsla
- TDC vil hava fjøltáttaðar leiðsluhættir og nýhugsan. Og hetta eru fleiri kvinnuligir leiðarar millum annað við til at skapa, sigur Henning Dyremose, stjóri í Tele Danmark, sum verður næst á skránni, har hann fer at greiða frá egnum royndum við góðari kvinnuligari leiðslu í TDC.
Síðani fer Jóhanna á Bergi, sølustjóri í JFK, at greiða frá sínum royndum, sum kvinnuligur leiðari. Jóhanna hevur ikki verið so nógv at sæð í fjølmiðl-un-um, og tí munnu tey vera fá, sum vita, at hon er einasta kvinna í ovastu leiðsluni í føroysku fiskivinnuni.
Visiónir
Úr Íslandi hevur javnstøðunevndin eisini fingið Birgir Bjørn Sigurjónsson, Human Ressource Manager í Reykjavíkar býráð, at tosa um lønarskipanina, sum bjóðar líka løn fyri líka arbeiði. Eitt mál, sum sjálvsagt altíð hevur verið eitt av aðalmálunum í javnstøðuarbeiðinum.
Tá tosað verður um javnstøðu, koma vit neyvan uttan um spurningin um, hvussu vit best sameina arbeiðs- og familjulív og tíð til ein sjálvan. Hetta verður ivaleyst eisini ein av teimum spurningunum, sum koma at mynda javnstøðukjakið í framtíðini, og tí verður tað ein framtíðargranskari, nevniliga Gitte Larsen frá Køvenhavns Institut for fremtidsforskning, sum fer at hugleiða um hetta evnið.
Siðvenja og átrúnaður
- Vit mugu syrgja fyri, at lítlar gentir og lítlir dreingir ikki fyrst og fremst verða uppald sambært teirra kyni, men heldur sambært teirra einstøku persónligheit, sigur Durita Holm, sosialantropologur, og hetta verður nakað av tí, Durita fer at koma inn á í sínum fyrilestri um javnstøðu og siðvenju.
Siðvenja snýr seg um hugburð, og júst okkara hugburður er ofta ein tann størsta men minst ítøkiliga forðingin fyri veruligari javnstøðu. Í Føroyum er hugburðurin til so mangt, ikki minst leiklutin hjá kvinnum og monnum, merktur av okkara átrúnaðarligu sannføring. Í hesum sambandi fer Jógvan Fríðriksson, prestur, at tosa um javnstøðu sæð út frá einum kristiligum sjónarhorni.
Lógvatak?
Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, endar ráðstevnuna við eini innbjóðing til, at vit øll taka lógvatak saman í arbeiðinum fyri javnstøðu í Føroyum. Annika hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at javnstøðumál ikki er tað sama sum kvinnumál. Javnstøðumál eru samfe-lagsmál, og í samfelagsmálum mugu vit øll, kvinnur og menn, politikarar og vinnulív, ja allir samfelagsbólkar samstarva fyri at røkka úrslitum. Samstarv og semja eru lyklaorðini á leiðini til javnstøðu, har javnstøða ikki longur er eitt stríðsmál, men eitt felags-mál, sigur Annika W. Joensen.
Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum byrjar kl. 8.30 og endar kl. 16.45.
Beint áðrenn kaffisteðgin seinnapartin syngur Eivør Pálsdóttir.