Javnstøða ein samfelagsuppgáva

Tað er trupult hjá grønlendskum kvinnum at fáa kravið um javnstøðu gjøgnumført, tí javnstøðumál fáa ikki høga raðfesting, sigur Jessie Kleeman.

Javnstøðuspurningurin er ein heilt annar í Grønlandi enn í hinum norðurlondunum. Í Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Finnlandi og Føroyum er lóg um javnstøðu. Grønland hevur onga slíka enn, men arbeitt verður við málinum.

Millum grønlendingar merkir javnstøða í gerandisdegnum fyrst og fremst javnrættindi millum danir og grønlendingar. Grønlendska samfelagið hevur ójavnar, sum kunnu samanberast við støðuna í menningarlondum, útlendingar fyrst og fremst danir hava ágóðar í samfelagnum, sum grønlendingar bert kunnu droyma um.

Í øllum spurningum um mismun er problematikkurin tí dupultur. Danir og aðrir útlendingar fáa til dømis hægri løn, betri bústaðarviðurskifti og so framvegis enn grønlendingar. Tí er tað ofta trupult hjá kvinnum at koma ígjøgnum við sínum kravi um javnstøðu.

Hóast onga javnstøðulóg hevur Grønland eitt javnstøðuráð, sum fyrireikar eina lóg og í henni er Jessie Kleeman forkvinna. Nógv verður tosað og kjakað um javnstøðu í Grønlandi, men kjakið druknar altíð í spurninginum um javnstøðu millum grønlendingar og danir. Hvørja ferð tað verður lýst við fundi um javnstøðu, møtir hópin av fólki upp, tí tey hava áhuga í javnstøðu millum danir og grønlendingar.

Kynsleiklutirnir í Grønlandi hava ógvuliga stóran týdning. Familjumynstrið er ógvuliga fastgrógvið, men grønlendska samfelagið hevur verið fyri stórum broytingum og tað hevur havt truplar avleiðingar fyri familjuna. Støðan hjá kvinnuni er serliga ring, tá ið misnýtsla av ymiskum slag er uppi í. Tað er til dømis ikki bara kvinnuábyrgd, men ein ábyrgd hjá samfelagnum.

Jessie Kleeman førdi fram á fundinum, sum norðurlendsku javnstøðunevndirnar hildu um vikuskiftið, at tað gongur seint og er strævið at koma ígjøgnum við javnstøðumálum. Tey fáa ikki høga raðfesting og neyðugt er alla tíðina at fylgja við og dagføra lógir og kunngerðir. Hetta verður ikki broytt, fyrr enn menn skilja, at javnstøða eisini fer at geva teimum eitt betri lív. Tí javnstøðumál er ikki ein kvinnusak, men ein samfelagsuppgáva.

Í javnstøðuráðnum sita 11 limir og teir umboða arbeiðsgevarar, løntakarar, kvinnusamskipan, landsumfatandi umgdómsfelag, og trý umboð úr teim trimum størstu politisku flokkunum. Jessie Kleeman heldur ikki tað vera skilagott, at flokspolitikarar sita í ráðnum, tí javnstøðumálið verður tá bundið at teirri flokspolitisku skránni.