Á skrá fyri ársfundin hesaferð eru evnini javnstøða í útnorðri og framtíðarvánir fyri ung í útnorði. Harumframt viðgerð ráðið onnur viðkomandi evni, herímillum leiklutin hjá Útnorðurráðnum í altjóða samstarvi.
Í røðu sínari nam nevndarlimur í Ungdommens Nordiske Råd, Birgir Ferjá Heldarskarð, við teir trupulleikar, ið øll trý londini í útnorði dragast við: stóra fráflyting, manglandi tilflyting av ungfólki og vánaligar umstøður hjá ungum at seta búgv.
Avbjóðingarnar við manglandi arbeiðsmegi og sosialum trupulleikum vóru eisini umrøddar á fundinum. Londini hava stórar avbjóðingar av eitt nú øktari fremmandari arbeiðsmegi, øktari fráflyting av ungum og sosialar trupulleikar ímillum ung.
Londini í útnorði hava fleiri avbjóðingar í felag, og sendinevndirnar eru samdar um at neyðugt er við øktum samstarvi millum londini, soleiðis at til ber at læra av hvørjum øðrum.
##med2##
Birgir Ferjá Heldarskarð, nevndarlimur í Ungdommens Nordiske Råd
Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum. Ráðið er mannað av seks tinglimum úr hvørjum landi í útnorði, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttaka politikkarar og gestir úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum umrøður ráðið viðurskifti av áhuga fyri londini.
Serstakt fyri ársfundin hesaferð er, at tað í ár eru liðin 40 ár, síðani Útnorðurráðið varð sett á stovn. Hetta varð hátíðarhildið á ársfundinum við einum jubileums-tiltaki.
Á útnorðurdegnum 23. septembur verður eitt talgilt jubileumshefti givið út. Heftið inniheldur greinar, skrivaðar av núverandi og fyrrverandi limum í Útnorðurráðnum, eins og upplýsingar annars um Útnorðurráðið gjøgnum árini.