Talv
Í føroysku liðkappingini varð fríumfar í vikuskiftinum. Føroyingarnir á flatlondum leiktu hinvegin týðandi toppdyst í Helsingør sunnudagin. Eftir fyrsta umfar ? undan dystinum ímóti Helsingør - lógu útisetarnir óvæntað á fyrsta plássi í næststerkastu deildini í Danmark, meðan mótstøðuliðið úr Helsingør var á øðrum plássi við hálvum stigi færri.
Heini Olsen gjørdi bart
Tíverri lá ikki fyri hjá John Arna Nielsen at telva sunnudagin, men maður kemur í mans stað og tí mannaði Heini Olsen fyrsta borð hendan dystin. Mótstøðumaður hansara varð sjálvur danski stórmeistarin og fimmthægsti telvarin í Danmark, Sune Berg Hansen. Heini hevur óvanliga gott tak á hesum telvara, har hann hevði vunnið tvey, tapt eitt og leikt ein javnleik ímóti honum undan hesum talvi. Talvið var leingi javnt, men tá farið var um fimta tíma hevði Heini fyrimun, og eisini tvær finnur meira. Men Sune vísti stórmeistaradygdir og helt talvið, sjálvt um Heini møguliga hevði vunnið endatalv. Javnt bleiv tískil úrslitið, sum er sjálvasagt eitt sera flott úrslit hjá Heina, sum nú hevur eina 3-2 leiðslu innahýsis ímóti sterka stórmeistaranum.
Hóast at ovastu borðini hjá føroyingunum, Heini og Flóvin fingu hálvtannað stig til hølvdar, vunnu Helsingør dystin 5-3. Flóvin vann eitt drúgvt talv talv, meðan Eyðun Nolsøe, Hlidar Hreinsson, Bogi Ziska og Rógvi W. Rasmussen tíverri taptu teirra talv. Carl Eli N. Samuelsen á sjeynda borði vann, meðan Heini Danielsen leikti javnt á áttanda borði.
Eitt afturstig, sum eisini viðførir at liðið nú liggur á fjórða plássi við 8,5 stigum. Tó er liðið bert hálvtannað stig frá fyrsta plássi. Í triða umfari, sum verður leikt 9. desember, hittur føroyska felagið botnliðið Lyngby-Virum.
Støðan eftir 2. umfar
Helsingør 10,0/16
K41 9,5
AS 04 9,0
Føroyar 8,5
Fredriksberg 7,5
Hillerød 7,5
Skakspilleren 6,0
Lyngby-Virum 6 ,0
HT-Open
Í hølum Havnar Telvingarfelags er sterka rataða kappingin HT-Open væl í gongd. Fýra umfør eru leikt og fimm resta í. Gleðiligt er at síggja nógvu nýggju andlitini, harav heilt nógvir ungir unglingar úr Havnini.
Ólavur Simonsen er ratingfavorittur, men telvarar sum Olaf Berg, Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Herluf Hansen hava allir møguleikar at blanda seg í toppin. Eisini eru veteranarnir og brøðurnir Andrias Ziska og Súni Ziska millum luttakarnir. Orkutungt er at telva slíkar kappingar, eftirsum øll níggju umførini verða telvd gerandisdagar. Hetta hevur tó ikki fingið telvarar at setast aftur, tí tjúgu telvarar luttaka og er tað als ikki av leið. Helst hava sera góðu virðislønirnar havt sína ávirkan. Føroya Banki hevur latið stuðul til kappingina.
Eftir fýra umfør eru Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen á odda við 3,5 stigum, meðan Ólavur Simonsen, Martin Poulsen og Jóhan Gaard hava trý stig. Herluf Hansen er ikki rættiliga komin í gongd við sínum tveimum stigum.
Olaf hevur telvað væl og serliga vísti hann evnini í talvinum ímóti Martini í fjórða umfari, sum er við í blaðnum í dag. Martin vann heldur óvæntað á Ólavi undan talvinum ímóti Olafi.
Í fimta umfari hittast Hans Kristian Simonsen ? Olaf Berg, Jóhan Gaard ? Ólavur Simonsen og Martin Poulsen ? Jóhan Gaard í toppinum.