Ójavnt í Vági


Talan hevur ongantíð verið um javnleik í Vági, tá KÍ hevur vitjað seinastu tíggju árini, og so er spurningurin, um VB skal javna støðuna, sum í løtuni sigur 5-4 til KÍ, tá tosast skal um sigrar um hesi árini.
                      Anansr siga hagtølini, at GÍ fær eina sera trupla uppgávu í Gundadali, eins og B68 kann hava eina sera væl grundaða vón um bjarging, tá EB/Streymur vitjar. B68 hevur nevnliga vunnið allar fýra uppgerðirnar, sum liðini higartil hava leikt á Svangaskarði. Samtundis sær tað trupult út hjá ÍF, sum ikki hevur vunnið heimadyst móti B36 hesi árini, tá at fuglfirðingar tríggjar ferðir hava fingið javnleikin, sum væl kann gerast nóg mikið hesaferð. Og endaliga hevur tað enn ikki eydnast Skála at vinna heimadyst móti NSÍ, sum vitjar sunnudagin.