Javnur javnleikur

Tað var lítið, sum skilti NSÍ og AB á Toftum. Tí mundi javnleikur verða á eini góðari leið, hóast teir í NSÍ leguni munnu vera minni fegnir um eina stigi enn argjamenn.

Við umskipaðari verju og einum brúðgómi í álopinum, var eitt sindur óvist hvørjum standi NSÍ liðið var í undan dystinum móti formsterka AB.
Tað skuldi skjótt vísa seg, at Klæmint Andrasson Olsen og hinir í NSÍ vóru klárir frá byrjan. Magnus Hendriksson Olsen hevði vunnið sær pláss millum teir fyrstu ellivu og spældi væl.
Longu aftaná sjey minuttir kemur hann í góða skotstøði, tá hann fær bóltin til í brotsteiginum nakað til høgru, og sleppur at venda sær. Hann ger skjótt av og plaserar bóltin úti stongina til vinstru.
Dysturin er bara sjey minuttir gamal og NSÍ er á odda.
Restina av fyrra hálvleiki gongur javnt á. NSÍ hevur takið á spælinum, men AB kemur til teir møguleikar teir skulu. Serliga Jónas Stenberg er nær, tá bólturin dettur fyri føturnar á honum eftir langt innskast úr høgru. Tað endar við , at liðskiparin hjá AB sendir bóltin omanfyri málið.
Ein javnur fyrri hálvleikur, har Magnus H. Olsen var munurin.

AB javnar

Seinni hálvleikur er bara tríggjar minuttir gamal, tá argjamenn javna. AB hevur hornaspark í vinstru síðu. Dion Splidt sendir bóltin innfyri. Ongin fær høvdið á hann fyrst, og so stendur Rói Danielsen púra leysur við aftari stong og stútar bóltin í málið.
- Á veg fram avtalaðu eg og Dion, at eg skuldi gera júst hasa renningina, sigur Rói Danielsen og vísir samstundis á, at AB í Dion Splidt hevur ein framúr deyðbóltssnilling.
Eina løtu í seinna hálvleiki misti AB takið á tí framrættaða spælinum og NSÍ trýsti. Í eitt stórt korter ella so hevði AB ikki eina roynd á málið NSÍ, sum megnaði at halda fast í bóltinum og hótta.
Ikki fyrr enn Karstin Højgaard kom inn fyri Ahmed Keita, sum annars spældi væl í fyrra hálvleiki, kom lív í aftur AB.
NSÍ helt fram at hava bóltin meir, men nú hótti AB í mótálopum.
Hóast bæði liðini vildu hava avgerandi málið, so kom tað ongantíð. Tað er nokk eisini eitt rættvíst úrslit sæð í mun til spæl og møguleikar, har NSÍ hevði bóltin meir, men at AB nokk hevði nakar eitt vet vandamiklari møguleikar.

Brúðgómur og liðskipari gongur á odda

Tað var annars stuttligt at síggja Klæmint Andrasson Olsen spæla við fullari ferð í dystinum á Toftum. Hann bleiv giftur og hevði brúdleyp leygardagin, men var klárur at ganga á odda fyri felagi sínum dagin eftir.
Hóast Klæmint ikki skoraði, so var hann ágrýtin í trýstinum og leitaði allatíð eftir møguleikanum at fáa mál. Hann var nakrar ferðir nær, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.
Tað er ikki undarligt, at ein maður, sum leggur so nógv fyri at spæla dagin eftir sítt egna brúdleyp, er liðskipari á liðnum.
At hansara einasta viðmerking til hendingina er, at tað var keðiligt at teir ikki vinna, sigur heldur ikki so lítið um fótbóltshjartað hjá rituvíkinginum, sum nú er ein giftur maður.

Átta dystir uttan tap

Í AB leguni eru menn fyri tað mesta nøgdir við avrikið og eina stigið. Teir hava ikki tapt í átta dystum, harav teir hava vunnið seks av teimum, meðan báðir útidystirnir eru endaðir við javnleiki.
- Nú eru vit eitt stig nærri bjargingini og tað kunnu vit fegnast um, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB.
AB hevur upp á átta umfør arbeitt seg upp frá tíggjunda plássi til sjeynda pláss – fýra stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.

trondur@sosialurin.fo.

Kassi 1: (Mynd av PJJ og bóltinum í hondini – Skjúttin mál eisini við á myndina)

Tað er ikki altíð rættvíst at vísa eina ávísa mynd og siga, at annað liðið bleiv snýtt eitt nú eitt brotsspark. Hetta tí tað eisini eru aðrar støður í dystinum, sum ikki verða avmyndaðar. Her er tó ein mynd, sum vísir, at argjamenn høvdu grein í sinum máli, tá teir í fyrra hálvleiki vildu hava brotsspark, tá bólturin kom í hondina á Pól Jóhannusi Justinussen.
Tað vóru eisini einar tvær støður, har NSÍ vildi hava brotsspark, men tað fingu teir heldur ikki.
Tað var heldur ongin ónøgd millum spælararnar við dømingina, so tað var á eini góðari leið fyri báðar partar.

Stubbi 1:

Fýra B71’arar á vøllinum

Hóast B71 stríðist fyri lívinum í 1.deild, so mennir felagið framvegis góðar fótbóltsspælarar. Tað sást á Toftum, tá ikki færri enn fýra spælarar vóru á vøllinum, sum hava sína fortíð í felagnum. Teir vóru Símun Rógvi Hansen, Kári Nielsen og Mikkjal T. Hentze, AB og Magnus H. Olsen, NSÍ.

Fakta:

NSÍ – AB 1-1 (1-0)
1-0 Magnus H. Olsen, 8
1-1 Rói Danielsen, 49

NSÍ: (4-3-3)

Kristian Joensen

Jens Joensen(G), Per Langgaard

Monrad Holm Jacobsen, Jonhard Frederiksberg

Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin,

Magnus Olsen
(Sjúrður Jacobsen, 56.)
Árni Frederiksberg
(Jann Martin Mortensen, 83.), Andy Olsen
Klæmint Olsen

Á bonkinum uttan at koma inn: Jákup Andrias Gaardbo, Pætur Høj, Haraldur Højgaard.
Gul kort: Jens Joensen.

AB: (4-3-3)

Símun Rógvi Hansen

Morten Overgaard(G), Rói Danielsen

Jónas Stenberg, Beinir Ellefsen
(Mikkjal T. Hentze, 66.), (Dmitrije Jankovic, 79.)

Kári Nielsen, Sorin Anghel(G)

Jobin Drangastein

Dion Splidt(G), Rógvi Poulsen

Ahmed Keita (Karstin Højgaard, 76.),

Á bonkinum uttan at koma inn: Heðin Stenberg, Bjartur Kjærbo.


Dómari: Rói Jacobsen.