Javnvágin skal valdast

Oddagrein

Onkrastaðni í javnvágini millum tað, sum er best fyri fjøldina, men sum leggur upp fyri frælsinum hjá tí einstaka, hava vit okkara norðurlendska vælferðarsamfelag. Valið er frítt, viljin er fríur, og vit ráða okkum sjálvum. Soleiðs stórt sæð, runt roknað og ikki so nógv meira enn tað. Vit hava eisini valt at skipa okkara samfelag við lógum og reglum, sum tryggja okkum eitt vælskipað, framkomið og trygt, men framvegis frítt samfelag.


Tá ið amerikumenn skrivaðu sína grundlóg, stóðu kongur ella annar almennur myndugleiki ikki fyrst fyri. Nei “We The People” – vit fólkið – eru fyrstu orðini í grundlógini hjá sambandsríkinum, og við teimum varð dentur lagdur á, at einstaklingarnir komu fram um alt annað vald. Valdið spratt úr og endaði í fólksins vilja, og heldur enn almenni myndugleikin so var tað upp til tey einstøku at leggja síni viðurskifti og sínar umstøður tilrættis.


Nú kókar yvir hjá summum orsaka av viðmælum, frámælum og tilmælum frá serkøna og politiska myndugleikanum. Tað er ikki loyvt at roykja á almennum støðum, sigarettir skuldu helst verið bannaðar, vit skulu ikki eta grind og spik, tollfría sølan av rúsdrekka og tubbaki átti at verið steðgað, og dagrøktarar skulu ikki roykja heima hjá sær sjálvum – heldur ikki eftir arbeiðstíð. Samstundis fáa vit eisini at vita, hvussu vit áttu at livað og látið: meira motión, minni feitt, meira frukt og minni sukur, meira grønmeti og minni salt.


Og nú eru tað tey, sum tala at. Hvar er persónliga frælsið og valið, tá ið tað almenna skal taka avgerðirnar fyri okkum. Hvar gongur markið millum tað, sum einstaklingur hevur rætt at velja, men sum ikki gongur út yvir fjøldina? Og nær gongur atlitið fyri fjøldini ov nógv út yvir frælsið hjá einstaklinginum? Tað er einki avgjørt svar upp á hesar spurningar, meiningarnar eru ymiskar, og stundum er eisini móti í teimum korrektu meiningunum um tey ókorrektu tingini.


At fólkið ikki letur sær alt lynda, men gevur myndugleikunum mótspæl, er sunt. Tað hava vit brúk fyri. Onkursvegna skulu vit finna eina javnvág, har persónliga frælsið vigar tungt og verður raðfest høgt. Vit skulu ikki finna okkum í øllum ella eta – feittfrítt og fipurríkt – úr lógvanum á myndugleikunum. Vit eiga sjálvi at velja sum mest. Lívið er okkara, og vit eru fólkið. Alt við máta – eisini forboðini og frámælini!