Bill Buchman er listamaður á fleiri økjum. Umframt at luttaka sum pianistur á festivalinum í ár, hevur hann eisini gjørt plaktina. Hann er amerikumaður, men er giftur og býr í Danmark og verður av teim flestu mettur sum dani.
Umframt, at Bill leggur lív og sál í tónarnar, so metir hann eisini myndlist sína sum eina persónliga sálarferð. Hann sigur sjálvur, at "formar og litir eru amboðini hjá mær, tá eg skal vísa øðrum mín hugaheim. Hvør málningur er ein umboðan fyri upplivingar á eini leið, ið gongur frameftir - sum sjálvt lívið, brot eftir brot. Málið er at gera sjónligt tað, ið annars bert er sjónligt fyri innara eygað".
Helga Hjörvar, metir, at festivalurin hevur serstakt pláss í Norðurlandahúsinum, tí hann umboðar tað norðurlendska og er eisini eitt vørumerki hjá húsinum, ið ger húsið kent. Brandur Øssursson sigur, at plakatin hevur virði, tí mongum dámar hana sera væl, og mangir útlendskir stovnar, ið fáa alt møguligt sendandi hvønn dag, hava plaktina hangandi og biða ofta um fleiri.
Øll eru samd um, at ringt er at koma aftaná Kára Svensson, ið gjørdi plakatina í fjør, og hon hevur verið tann best umtókta av øllum tey 16 árini, festivalurin hevur verið. Á sekstanda festivalinum í ár eru fleri kend donsk nøvn á skránni, t.d. Sanne Salomonsen, Big Fat Snake og Poul Dissing og av føroyskum verður aftur møguleiki at hoyra Hóðastak, umframt t.d. Tangz og M.C. Restorff