Tá Anker Jørgensen hósdagin seinnapartin vitjaði í Norðurlandahúsinum í Havn, stóð fyri honum ein gamal Ford Granada. Hetta var ikki ein tilvildarligur bilur, men ein sera vælútgjørdur Granada Ghia við sóltaki, automatiskum gearum og einum v-6 motori.
Tað vóru limir í Føroya Ellisakførum, sum høvdu sett bilin uttan fyri Norðurlandahúsið, tí hetta er gamli ráðharrabilurin hjá Anker Jørgensen. Bilurin er frá 1976, og er vist tann næsti ráðharrabilurin hjá Anker Jørgensen.
Petur Hansen í Havn, sum eigur bilin, ætlar at seta hann í stand, hóast hann er heldur illa farin. Bilurin hevur sína serligu søgu, og tað ger tað serliga áhugavert, sigur hann.
Tað hevur í mong ár verið siðvenja, at ríkisumboðsmaðurin í Føroyum fær gamla forsætisráðharrabilin. Soleiðis fekk Leif Groth gamla Volvo 164 bilin, sum Jens Otto Kragh hevði sum ráðharrabil. Síðani kom hesin hjá Anker Jørgensen. Niels Bendtsen fekk Granaablin hjá Schlüther, sum Anker Jørgensen helst eisini hevur havt, og bilurin, sum nú stendur í garasjuni hjá Birgith Kleist, ein grønur BMW, er gamli ráðharrabilurin hjá Poul Nyrup Rasmussen.
Anker Jørgensen greiddi Sosialinum frá, at tá hann gjørdist forsætisráðharri í 1972, vísti skrivstovustjórin í forsætismálaráðnum honum bilin, ein Mercedes.
? Men den ville jeg ikki ha?, segði Anker Jørgensen ? og leggur afturat, at skrivstovustjórin gjørdist sera bilsin.
Anker Jørgensen segði, at hann vildi demonstrera. Hann vildi ikki koyra í einum fínum Mercedes, tí tað gjørdi Hitler eisini, tá hann gjørdi innrás í Pólland og Eysturríki. Og so leggur hann skemtandi afturat, at hann hevði ikki brúk fyri einum bili, sum var til fólk við longum beinum. Endin var, at tann blað ungi ráðharrin, Svend Auken, fekk Mercedesbilin, meðan Anker Jørgensen fekk ein Ford ? ein »menigmandsbil«, sum hann sjálvur tekur til.