Jenis av Rana fer ikki fáa sín vilja um samkynd hjúnalag

Samkynd skulu ikki missa síni rættindi at giftast, staðfesta tveir tinglimir í Sambandsflokkinum

 

Hjúnabandslógin skal ikki broytast!

Tað staðfesta tveir av tinglimunum hjá Sambandsflokkinum, nú samráðingar eru ímillum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin um at skipa nýggja samgongu.

Í samráðingunum hevur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum staðfest, at Miðflokkurin vil hava hjúnabandslógina broytta aftur, soleiðis at samkynd missa síni rættindi at giftast.

Jenis av Rana hevur sagt, at samkynt hjúnalag er ein spilt frukt, undanfarna samgonga hevur selt teinum og í KvF í gjár segði hann, at hann vildi reinsa hjúnabandið aftur, soleiðis at tað bara er ímillum mann og kvinnu.

Í gjár heittu 22 limir í sambandsflokkinum, og valevni floksins til løgtingsvalið sunnudagin, á flokkin um at standa fast um at tryggja, at hjúnabandslógin ikki verður broytt aftur

 

Les meiri um tað her: Sambandsfólk sláa manngarð um samkynd.

 

Og nú staðfesta tveir av tinglimum sambandsfloksins, sum eru við í samráðingunum, at tað fer ikki at henda, at hjúnabandslógin verður broytt aftur.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, skrivar á Facebook, at hann tekur frástøðu frá úsøgnunum hjá Jenis ímóti samkyndum og at hann fer undir ongum umstøðum at  taka undir við hasum.

Lógin um at samkynd kunnu giftast er samtykt og verður ikki rullað aftur og broytt, staðfestir hann.

– Tað bleiv eisini gjørt greitt undir valstríðnum av okkara flokki. So er tað sagt, sigur Johan Dahl.

Og tað sama ein annar løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, Kaj Leo Holm Johannesen.

Hann sigur at »hjúnabandslógin sum loyvir samkyndum borgarliga vígslu er samtykt og verður ikki broytt«,

Kaj Leo Holm Johannesen staðfestir somuleiðis, at soleiðis verður tað, »samkynd hava líka góðan rætt at liva og virka í okkara landi sum tú og eg«.